Dronur hava áður tarnað flogferðsluni á flogvøllum. Nú vil danski samferðslumálaráðharrin gera tað møguligt hjá millum øðrum flogvøllum at handfara dronur. (Savnsmynd). - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Vil loyva flogvøllum og havnum at skjóta dronur niður

Tað skal bera til at bera seg skjótari at ímóti óynsktum dronum við kritiskum undirstøðukervi, sigur danski samferðsluráðharrin.

Dronur hava áður tarnað flogferðsluni á flogvøllum. Nú vil danski samferðslumálaráðharrin gera tað møguligt hjá millum øðrum flogvøllum at handfara dronur. (Savnsmynd). - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

##med2##

Tað er ov trupult at handfara, tá ókendar dronur flúgva yvir flogvøllum, havnum ella øðrum kritiskum undirstøðukervi.

Tað sigur Thomas Danielsen, danskur samferðslumálaráðharri.

Við einum nýggjum lógaruppskoti vil hann geva ávísum almennum myndugleikum og "infrakervisleiðarum" møguleika at taka dronur niður.

- Tað er umráðandi, at tú kanst taka hesar dronur niður skjótt og effektivt. Lógaruppskotið snýr seg um okkara kritisku undirstøðukervi. Tað eru havnir, tað eru flogvøllir, og tað kann eisini vera Sund & Bælt. Í dag eru heilt einfalt ov nógv stig, áðrenn tú kanst taka eina dronu niður, sigur hann við Ritzau.

Sambært ráðharranum eru dronurnar ofta burtur, tá løgreglan kemur á staðið. Men við uppskotinum fær ein havn møguleika at taka sjálva dronuna niður - til dømis við at skjóta hana niður.

Thomas Danielsen sigur, at trygdarpolitiska støðan er broytt, og at tað sum heild eru fleiri dronur í luftini enn áður.

Serliga fer lógaruppskotið at gera tað lógligt hjá ávísum almennum myndugleikum og "infrakervisleiðarum" at neutralisera dronur í økjum, sum eru útnevnd sum landafrøðilig dronuøki.

Tey landafrøðiligu dronuøkini eru øki, har tú skalt søkja um loyvi frammanundan, um tú skalt flúgva við dronu.

Serliga verður sambært samferðslumálaráðnum møguligt at taka burtur dronur, sum antin virka ólógliga ella har dronan verður brúkt til kriminell endamál.

Sambært samferðslumálaráðharranum leggur lógaruppskotið upp til, at til dømis havnir, sum søkja um tað, sjálvar kunnu geva dronuloyvi.

Á henda hátt skal tað vera lætt hjá starvsfólkunum at kanna, um ein ávís drona hevur loyvi at flúgva. Er svarið nei, so skulu tey kunna taka hana niður.

Lógaruppskotið setir ikki nøkur krøv til, hvussu tað skal gerast - tað skal tó gerast lógliga, sigur ráðharrin.

- Tað týdningarmesta er, at vit kunnu vera skjótari frá tí, at vit uppdaga eina ókenda dronu, til vit kunnu taka hana niður, sigur hann.

Dronuflúgving er vorðin meira útbreidd seinastu árini.

Við hesi bakgrund viðurkennir Thomas Danielsen, at tað helst er størri møguleiki fyri, at privatar dronur verða skotnar niður, enn dronur, sum verða brúktar til kriminell endamál.

- Um tú til dømis flýgur tætt við ein flogvøll, so er tað líkamikið, um tú gert tað til stuttleika ella um tú gert tað fyri at njósnast. Um ein drona rýkur í ein flogmotor, kann tað hava eitt deyðiligt úrslit, sigur hann.

Danska samferðslustýrið hevur áður víst á, at í fjør var ein stórur vøkstur í talinum av skrásettum hendingum, har dronur flugu ov høgt ella ov tætt við flogvøllir.

Í fjør vóru 206 tilburðir. Tað eru tríggjar ferðir so nógv sum árið fyri.

 

/Ritzau/

 

Dronur hava áður tarnað flogferðsluni á flogvøllum. Nú vil danski samferðslumálaráðharrin gera tað møguligt hjá millum øðrum flogvøllum at handfara dronur. (Savnsmynd). - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix