Tí vil Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava meira at vita um hesi viðurkifti. Tí hevur hon sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni á økinum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað til løgregluna seinastu 5 árini?
2. Í hvørjum vinnugreinum í Føroyum verður hvítvask fráboðað?
3. Hvussu mong av hesum málum eru blivin kannað nærri av løgregluni, og hvussu nógv eru endað við sakarmáli?
4. Hvussu long er viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask hjá
løgregluni?
5. Hvussu long er viðgerðartíðin av donskum fráboðanum um hvítvask?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir tingkvinnan á, at ES-fyriskipanir um hvítvask verða javnan settar í gildi í Føroyum – bæði á yvirtiknum og ikki yvirtiknum málsøki. Seinast á vári í 2023.
– Hvidvasksekretariatet, sum er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni, almannakunngjørdi í januar 2023 eina váðameting fyri hvítvask í Føroyum. Í váðametingini varð sagt, at tað verður mett at vera stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask, sigur Liljan Weihe.
– Danska fíggjareftirlitið hevur eisini biðið føroyskar peningastovnar um at kanna mannagongdir og innanhýsis eftirlit fyri at fyribyrgja hvítvask og fígging av yvirgangi.
– Áhugavert hevði verið at vitað, júst hvussu stórur trupulleikin við hvítvaski er í Føroyum, innan hvørjar vinnugeirar fráboðanirnar koma, og hvussu hesar verða handfarnar av donsku myndugleikunum, sigur Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.