Virðilig ellisár

Tað er ein breið semja millum allar flokkar, at vit skulu bjóða okkara eldru fólkum nøkur virðilig ellisár.

 

Eingin ivi um tað. Tað er tó ikki nøkur semja um, hvussu vit skulu gera hetta. Vit hava ikki nakran veruligan eldra politikk, sum stingur út í kortið, setir kósina og tryggjar, at tey eldri fáa somu góðu sømdir, líka mikið hvar í landinum tey búgva.

 

Tað at loysa uppgávuna at veita tænastur til tey eldru, var fyri meira enn tíggju árum síðani latið yvir til kommunurnar at loysa. Afturfyri at fáa hesa uppgávuna, fingu teir ávísa upphæd frá landinum. Løgið nokk, so vóru krøvini, sum sett vóru í samband við yvirtøkuna ógvuliga ógreið og eru ongantíð dagførd.

 

Okkum manglar ein eldrapolitikk, sum verður vegvísandi til hvørji krøv “landið” skal seta til kommunurnar í sambandi við teirra uppgávulosyn. Hetta eiga vit at dagføra alla tíðina, so vit tryggja okkum, at tey eldru fáa nøktandi tilboð.

 

Kommunurnar hava gjørt samstarvsøkir til loysn av uppgávuni. Tað má sigast at verða ein skilagóð loysn. Tað eru tey ymisku samstarvsøkini og teirra kommunur, sum gera raðfestingar og íløgur. Her visir seg at verða íkomin ein munur hvussu nógv hetta verður raðfest, ella hvussu nógv økini halda seg megna.

 

Sostatt er íkomin ein munur í tænastuni, alt eftir hvat tú býrt. Tað er ikki nøktandi.

 

Ein serlig avbjóðing er vaksandi talið av fólkið við demensi, og her skulu vit hava dagført okkara demsætlan og gjørt ein demenspolitikk, fyri at tryggja okkum tað demensvnialiga samfelagið, sum er okkara mál.

 

Vit vita at eldraøkið stendur fyri stórum avbjóðingum komandi árini. Vit verða alt fleiri eldri. Eisini alt fleiri eldri, sum skulu hava kommunalar tænastur.

 

Í løtuni er ov fáir valmøguleikar tá uppgávurnar skulu loysast. Vit eiga at seta okkum nøkur mál um at skapa nakrar fleiri møguleikar. Hetta kundi verið sambygdar eldraíbúðir við tættari starvsfólkahjálp, munandi fleiri umlættingarmøguleikar, demensbygdir (eftir hollendskari fyrimynd) og eisini verður neyðugt at byggja nógv fleiri røktarheimspláss. Her verða vit tó noydd at skipa hetta heilt annarleiðis, tí tað sum hevur verið bygt seinastu árini er alt ov kostnaðarmikið, og vit koma ongan veg at nøkta tørvin, um sami leistur verður brúktur.

 

Virðiliga handfaring av okkara eldru, sum hava tørv á umsorgan og røkt umvegis tænastu í okkara vælferðarsamfelagi, krevja eisini, at vit hava fólk, sum hava førleikarnar at veita hesa tænastu. Tað hava vit ikki tryggjað í dag. Nógv fólk við góðum eginleikum gera eitt stórt arbeiði við at lyfta hesa uppgávuna, men vit hava ikki givið teimum førleikarnar til tað. Vit mugu tryggja fakligheitina við at útbúgva fólk til tað. Tað er ein av fyritreytunum fyri virðiligari eldrarøkt, at vit hava útbúgvið fólk at røkja hana.

 

Tí mugu vit loysa uppgávuna at skipa útbúgvingina av røktarfólki betur. Vit útbúgva alt ov fáar heilsuhjálparar og heilsurøktarar við núverandi skipan, og tað er ikki nøktandi. Vit skulu ikki bara økja um talið av teimum vit útbúgva á økinum komandi árini, - vit skulu fleirfalda tað. Tí mugu vit víðka um okkara Heilsuskúla, so hann kann loysa uppgávuna annarleiðis og útbúgva fólk upp á ein annan máta og í tøttum samstarvi við sjúkrahúsini og eldrarøktina í kommununum.

 

Tað mugu setast nøkur greið mál, og tað er nakað, sum eg fegin vil hava møguleikan at arbeiða fyri komandi árini.

 

Javnaðarflokkurin setir eisini ein eldrapolitikki ovarlaga á skránna, har landsmyndugleikar og kommunurnar samstarva um mál og kós.

 

Gev mær krossin hósdagin 26. mars.

 

Margit Stórá, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið