Vit missa 20% av hvørjum árgangi.
Tað merkir, at vit í veruleikanum senda 5. hvønn føroying av landinum. Vit brúka stórar upphæddir upp á dagstovnar, fólkaskúla og miðnámsskúla – fyri síðani at eksportera okkara dýrabarasta tilfeingi: ungdómin.
Tað sigur seg sjálvt, at hendan bløðingin má steðgast. Onki framkomið land kann liva við einari slíkari gongd – hvørki menniskjaliga, tjóðskaparliga ella búskaparliga.
Og kortini tykjast vit enn sum áður at vera rakt av tunnilssjón.
Men hetta snýr seg ikki bara um menniskju. Tað snýr seg eisini um pengar.
Nýggj tøl vísa, at føroysk lesandi, sum verða verandi í Danmark, geva eitt netto íkast til danska statskassan á uml. 18 milliónir krónur hvør – roknað yvir eitt arbeiðslív.
Um vit leggja tølini saman, er veruleikin sláandi:
Føroyskir ungdómar dubba danska búskapin við umleið 2,4 milliardum krónum um árið
Tað er prísurin fyri, at vit ikki megna at halda fast í okkara egna ungdómi.
Hetta er okkara størsta haldførisavbjóðing.
Samstundis raðfesta vit risastórar verkætlanir og leggja milliardaskuld á komandi ættarlið – uttan at tryggja teimum fortreytirnar at
koma heim aftur.
Vit gloyma tað týdningarmesta: Menniskjuni. Ungdómin. Framtíðina.
Vilja vit venda gongdini, so krevst raðfesting – ikki bara føgur orð.
Vit mugu gera íløgur í:
* útbúgvingarmøguleikar í Føroyum
* bústaðir, sum ung hava ráð til
* eitt vælferðarsamfelag, sum gevur tryggleika og lívsgóðsku
* Einar rúmligar og frælsar Føroyar
Tí spurningurin er einfaldur:
Hava vit veruliga ráð til at missa bæði okkara ungu – og allar milliardirnar við teimum?
At gera íløgur í ungdómin gevur seg fleirfaldað aftur – menniskjaliga, tjóðskaparliga og búskaparliga.
Og álvaratos:
Hví skulu tey ungu velja Føroyar, um Føroyar ikki velja tey?
Minst til: Liljan hevur viljan!
Liljan Weihe
Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi











