Vit skulu geva okkara ungdómi orsakir at velja Føroyar til

Give the ones you love

 

Wings to fly,

 

Roots to come back

 

And reasons to stay

 

Soleiðis segði Dalai Lama, og eru hesi orðini so rámandi og góð. Okkara ungdómur er okkara størsta tilfeingi, men tiverri flyta ov nógv av landinum og fleiri venda ikki heimaftur til Føroyar. Tað fara áleið 40 % av okkara ungdómi av landinum, tí tað ikki nóg lokkandi at útbúgva seg í Føroyum, ella tí at útbúgvingin, tey ynskja at taka ikki ber til at taka í Føroyum. Hetta er ikki ein nýggj avbjóðing.  Somuleiðis vísir ein kanning frá Glasir, at heili 60 % ætlaðu sær at fara av landinum at lesa. Hetta eru viðurskifti, vit mugu broyta. Ikki tí, at vit skulu halda okkara ungdómi í einum bandi,  men tryggja okkum, at tey festa røtur í Føroyum, og at vit  geva teimum orsøkir at koma aftur til Føroyar:

 

Vit missa ikki bara tey ungu, vit missa heil ættarlið, sum annars kundu verið við til at menna samfelagsliga kjakið, um hvussu vit betur kunnu innrætta okkum sum samfelag. Fróðskapasetrið er ein lykil í øllum hesum. Vit eru væl áveg at fáa bygt eitt nýtt Fróðskaparsetur, tilgongdin at fáa Fróðskaparsetrið  altjóða góðkent sambært Bologne avtaluni er eisini ávegis  og førleikakarmurn er samtyktur í løgtinginum. Hetta er alt sera gott, og ein liður í at bøta um viðurskiftini.   Vit kunnu ikki bjóða allar útbúgvingar út á Setrinum, men fáa vit í lag eina skipan við skiftisnæmingum, har okkara ungdómur kann leita sær aðra staðnis at lesa í eitt tíðarskeið (Erasmus+  skipanin), so hevði hetta bøtt munandi um áhugan fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum, umframt at vit eisini fáa útlendsk lesandi hendanvegin. Hetta arbeiðið er ávegis og má ikki detta niðurfyri.

 

At vit fáa bygt eitt nýtt kampus við hartil hoyrandi lestraríbúðum er somuleiðis sera umráðandi at fáa raðfest.  Nógv ung høvdu uttan iva valt at lisið í Føroyum, um tey høvdu møguleika at fóta sær sjálvum í egnari íbúð, tí hetta er eisini ein partur av menningartilgongdini hjá tí einstaka menniskjanum at gerast sjálvstøðug, og ikki minst sleppa at vera í einum umhvørvi saman við øðrum lesandi.

 

At vera lesandi kann vera hart fíggjarliga. Tíbetur hækkar lestrarstuðulin  við 1000 krónum í summar, men tíverri er tað neyvan nokk. Skulu vit vera kappingarfør og fasthalda okkara ungu í Føroym mugu vit eisini hava líkandi skipanir, sum føroysk lesandi hava í Danmark við sokallaða «føroyafrádráttinum»,  har tey lítlan og onga skatt gjalda undir lesnaði.  Men størsti lykilin til at varðveita okkara ungu í Føroyum er at geva teimum ein bústað at búgva í, at vit fáa útvega munandi fleiri lestaríbúður í Føroyum. Lat okkum geva okkara ungu veingir at flúgva, røtur at koma aftur til og orsakir til at blíva, sum Dalai Lama so rámandi segði.

 

Annika Olsen, valevni fyri Tjóðveldi