Vladimir Putin er til reiðar til friðarsamráðingar

- Men, høvuðsmálini hjá Russlandi eru tey somu, sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov

- Russiski forsetin, Vladimir Putin, er til reiðar til friðarsamráðingar um Ukraina, men høvuðsmálini hjá Russlandi við krígnum standa føst.

 

Tað sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov.

 

- Russiski forsetin hevur fleiri ferðir borið fram sítt ynski um eina friðarliga loysn, men hetta er ein drúgv tilgongd, sum ikki er løtt, segði talsmaðurin í dag.

 

Dmitrij Peskov legð aftrat, at tað týdningarmesta hjá Russlandi er at røkka sínum málum, og okkara mál eru greið, legði hann aftrat.

 

Millum russisku málini er at fáa fult eftirlit við teimum fýra ukrainsku regiónunum, sum Russland lutvíst hevur ræðið á.

 

Russland vil eisini, at bæði Ukraina og altjóða samfelagið viðurkenna, at hesar regiónir eru russiskar.

 

Eitt annað av krøvunum hjá Russlandi er, at ukraina skal hava ein avmarkaðan her, og at landið ongantíð verður limir í Nato, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.