Handtøkan av 73 ára gamla umhvørvisaktivistinum Paul Watson í Nuuk 21. juli hevur elvt til mótmæli, áheitanir og atfinningar.
Yvir 50.000 fólk hava skrivað undir áheitan, ið kallast "Free Paul Watson" - sleppið Paul Watson leysum á føroyskum.
Aftan fyri undirskriftarinnsavningina stendur Captain Paul Watson Foundation, sum er ein almennur vælgerandi felagsskapur, sum sambært sær sjálvum hevur til endamáls at stuðla, grípa inn, menna og gera vart við havvernd.
Áheitanin heitir á fólk kring heimin um at "koma saman og stuðla leyslating av einum manni, sum hevur vígt sítt lív til at verja okkara planet".
Hon vendir sær til danska forsætisráðfrúuna, Mette Frederiksen.##med2##
##med3##
##med4##
Og stuðulin til undirskriftarinnsavningina hevur streymað inn úr øllum heiminum.
Í kvøld er innsavningin komin upp á 50.714 undirskriftir.
- Vinarliga skriva undir hesa áheitan um, at Mette Frederiksen skal sleppa honum (Paul Watson, ritstj.) úr varðhaldi.
- Sum Paulus einaferð segði: Ein og hvør samfelagskollvelting í mannasøguni hevur verið framd við brennivíni, hugflogi og áræði hjá einstaklingum, sigur Paulwatsonfoundation.org.
Kanadiskt-amerikanski Paul Watson varð handtikin í Grønlandi 21. juli. Paul Watson er ein av upprunaligu stovnarunum av Greenpeace, sum hann ikki er knýttur at longur.
Handtøkan fór fram á havnini í Nuuk. Watson varð handtikin har, eftir at hann hevði lagt at í Havnini við skipinum "John Paul Dejoria".
Tað hendi við støði í einum handtøkuboðum úr Japan, sum varð útskrivað í 2010.
##med5##
##med6##
Handtøkuboðini komu eftir eina hending í Antarktis har Watson blandaði seg uppí meðan japanskir hvalaveiðarar arbeiddu.
Sambært myndugleikunum í Japan legði aktivisturin á hvalaveiðararnar og forðaði teimum í at gera sítt arbeiði.
Eftir handtøkuna varð Watson varðhaldsfongslaður í Grønlandi til 15. august, og tá verður rættarfundur um hann skal útflýggjast til Japan.
Málið hevur fingið nógv altjóða umrøðu.
Millum annað hava 73 politikarar úr tíggju londum heitt inniliga á Mette Frederiksen um, at Danmark beinanvegin sleppur Paul Watson leysan.
Undirritað brævið hava millum annað limir í Evropatinginum og landspolitikarar úr Fraklandi, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Hollandi, Belgia, Italia, Spania og Luksemborg.
Franski forsetin hevur eisini blandað seg uppí kjakið. Sambært tíðindastovuni AFP hevur Macron heitt á Danmark um ikki at útflýggja Paul Watson til Japan, og forsetin "fylgir væl við støðuni", hevur verið sagt.
##med7##
##med8##
Fleiri kend fólk hava eisini víst sín stuðul til Watson.
Her eru millum annað filmsleikstjórin James Cameron, rockbólkurin Pearl Jam og sangarin Bryan Adams.
Tann 1. august boðaði løgmálaráðið frá, at tað hevði fingið formliga útflýggingaráheitan úr Japan.
Hon varð víðarisend til grønlendsku løgregluna, sum skal avgreiða málið.
/ritzau/