Fríggadagin fann ein norskur jarðeigari 11 deyð neyt.
Neyt og kálvar høvdu gingið á beiti, og kvøldið fyri hevði herviligt toruveður herjað í økinum kring Våler, har kríatúrini gingu.
Tað var Eli Rusten og granni hansara, sum komu fram á deyðu neytini og kálvarnar.
- Hetta var ikki nøkur vøkur sjón, sigu Eli Rusten við tv2.no, og tað var heimasíðan Østlendingen, sum fyrst umrøddi hendingina.
Tilsamans lógu 11 deyð kríatúr undir trøum og runnum, har tey helst høvdu søkt sær skjól í illveðrinum.
- Tað er eingin ivi um, at neytini eru deyð, tí toran sló niður.
Tað sigur Eli Rusten, sum sjálvur merkti illveðrið kvøldið fyri væl á húsum sínum.
Sambært norðmanninum, er tað ein uttanbíggjabóndi, sum átti kríatúrini, og hesin hevði leigað seg inn á lendið hjá Eli.
Bæði Eli Rusten og grannin eru royndir í djórahaldi, og norðmaðurin sigur, at hann ongantíð áður hevur hoyrt um, at so mong kríatúr eru rakt av toruni eftir einum kvøldi.
- Hetta var ein ógvuslig sjón, sum møtti okkum, ásannar norski jarðeigarin.
##med2##












