Grind í Tjørnuvík: Seðlarnir koma út klokkan 10

Grindaboð vóru í gjárkvøldið, tá ein grind var funnin út fyri Mýling norðast á Streymoynni.

Grindin varð hildin til í Tjørnuvík, og 116 hval doyðu. Tilsamans var grindin 973 skinn, og hon verður býtt í drápspartar og heimapartar.

 

Heimapartar verða býttir til fólk í Eiðis kommunu, Sunda kommunu, í Kaldbak, Kaldbaksbotn og á Sundi.

 

Talan er um áleið 2.800 heimapartar.

 

23 bátar vóru í rakstrinum.

 

Vaktleiðarin á politistøðini sigur frá Kristian Martini Joensen, sýslumanni, at seðlarnir koma út klokkan 10 á bryggjuni á Eiði