Hesa ferð komu 33 umsóknir inn, og søkt varð um 6,6 mió. kr. tilsamans.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.
Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.
Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
Til stuðulsumfarið Film II. 2026 er avgjørt at veita hesum 19 filmsverkætlanunum stuðul:
|
Umsøkjari |
Verkætlanarheiti |
Slag av filmi |
Játtað upphædd, kr. | |
|
Bloom v/ Lucas Frayssinet |
Gøtubrá |
Sendirøð |
180.000 | |
|
Júst so v/ Gorm Just |
$elfie |
Skemtirøð |
80.000 | |
|
KOVBOY FILM sp/f v/ Michael Koba |
Tá heimurin var størri |
Listarfilmur |
50.000 | |
|
Nadia Barbara Abrahamsen |
Scener efter et selvmord |
Stuttfilmur |
10.000 | |
|
Outlier Projects v/ Jón Hammer |
Elski at hata |
Stuttfilmur |
90.000 | |
|
Outlier Projects v/ Jón Hammer |
Vøllir |
Heimildarfilmur |
90.000 | |
|
Outlier Projects v/ Jón Hammer |
Kvirra |
Heimildarfilmur |
190.000 | |
|
Outlier Projects v/ Jón Hammer |
No Rest for the Wicked |
Spælifilmur |
50.000 | |
|
Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig |
Holding Hands |
Heimildarfilmur |
60.000 | |
|
Rvh Productions v/ Rúnu V. Højgaard |
Menniskja |
Heimildarfilmur |
50.000 | |
|
Tóki Jansson |
Tann fitta náttina |
Animatiónsfilmur |
10.000 | |
|
Filmsvirkið v/ Barbaru Lervig |
Eydna - Veiki vongurin |
Animatiónsfilmur |
90.000 | |
|
Marianna Mørkøre |
Áarmót |
Listarfilmur |
40.000 | |
|
Symphor Film ÍVF v/ Franklin Symphor Henriksen |
Apokalipsis #1 (FO) |
Stuttfilmur |
90.000 | |
|
GRÓ Studios v/ Torfinni Jákupsson |
Tinganes |
Sendirøð |
350.000 | |
|
RVH Productions v/ Rúnu V. Højgaard |
Anomali: The Kingdom Paradox / FRÁVIK: Ein ríkismótsøgn |
Heimildarfilmur |
30.000 | |
|
Maria Winther Olsen |
HOTELLIÐ |
Heimildarfilmur |
86.000 | |
|
Búi Egason Dam |
Varskógvarin |
Heimildarfilmur |
80.000 | |
|
Jens L. Thomsen |
Ættartap (Generation Loss) |
Novellufilmur |
50.000 | |
Vegna nevndina fyri Mentanargrunn Landsins
Hedvig Westerlund-Kapnas, nevndarforfólk











