18. mai í 1976, fáar vikur aftaná yvirtøkuna fór tann tá 17 ára gamli Jákup Pauli Johansen at starvast á Postverki Føroya.
Í dag var Jákup Pauli heiðraður á Óðinshædd, har eisini fekk heiðursmerki frá Fríðriki kongi.
Nógv núverandi starvsfólk, og fyrrverandi starvsfelagar í Postverki Føroya, umframt familja og næstringar vóru møtt fyri at heiðra Jákup Paula.
Á hesari filmsupptøkuni hjá Signari Dalfoss frá 1977 sæst ein tá 18 ára gamal Jákup Pauli Johansen arbeiða í posthúskjallaranum á Vaglinum:
##med2##











