Sambært ísraelska verjumálaráðharranum, Israel Katz, hevur Ísrael í dag lopið á syðru forstaðirnar til libanska høvuðsstaðin, Beirut.
Verjumálaráðharrin sigur, at álopini vóru vend móti kommandostøðum hjá Hizbollah, og at álopini í dag eru eitt svar upp á Hizbollah-álop á Ísrael.
Iranska stjórnin er ikki nøgd við, at ísraelsku álopini á Libanon halda fram og sigur, at avleiðingin kann verða, at kríggið í Miðeystri tekur seg uppaftur.
- Okkara vápnaði herur er til reiðar at leypa á Ísrael, um Ísrael heldur fram við at leypa á Beirut.
Tað sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sambært almennu iransku tíðindatænastuni, Tasnim.
Tað hevur leingi verið kent, at Iran stuðlar Hizbollah í Libanon, sum javnan leypir á Ísrael, og Iran vil hava Libanon við í eina møguliga friðaravtalu við USA.











