Ari bjargaði ÍBV eitt stig í Garðabær

Sofascore hevur Ara í Haraldsstovu Petersen sum greitt besta leikaran

Ari í Haraldsstovu Petersen vardi aftur málið hjá ÍBV í dag, tá liðið úr Vestmannaoyggjunum spældi seinasta dystin í grundspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á Samsung leikvøllinum í Garðabær har Stjarnan tók ímóti ÍBV endaði tað við javnleiki 2-2. 

 

Aron Lucas Vokes legði ÍBV á odda tíðliga í dystinum, og tá 70 minuttir vóru leiktir økti Alex Freyr Hilmarsson til 2-0. Heimaliðið megnaði tó at skjóta tvey mál innanfyri tríggjar minuttir, og so lá eitt stig eftir í Garðabær.

 

Ari hevði níggju bjargingar, og Sofascore gevur Ara karakterin: 10 av 10 møguligum fyri leikliga avrikið. Soccerstand eru meira pírnir og geva Ara karakterin: 7,7.

 

ÍBV er aftast við 18 stigum nú grundspælið er liðugt. Tó eru bert trý stig upp til Þór Akureyri og FH. Ari og liðfelagarnir fáa nú fimm dystir í endaspælinum, har teir fáa møguleikan at bjarga plássinum í deildini. 

 

Enn er leikskráin fyri endaspælið ikki komin.

 

Í oddinum er Víkingur Reykjavík fremst við 53 stigum. Fram er næstfremst við 45 stigum. Nógv talar fyri, at Gunnar Vatnhamar fær eitt gullheiðursmerkið sendandi til Vejle, tá íslendska kappingin er liðug. Gunnar náddi í hesum kappingarárinum at spæla 18 dystir og skjóta trý mál fyri Víking Reykjavík.