Betrideildin: Stórar favorittstøður til KÍ, Víking, EB/Streym og HB

Her eru miðaloddsini upp á dagsins dystir í Betrideildini hjá monnum

Fýra dystir eru á skránni í Betrideildini hjá monnum.

 

Klokkan 15 byrjar dysturin á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og oddaliðið, KÍ. Klokkan 15.30 tekur TB móti verandi meistarunum, Víkingi við Stórá í Trongisvági. Klokkan 18 byrja tveir dystir. Teir eru B68-HB á Svangaskarði á Toftum, og EB/Streymur-FC Suðuroy í Hólmanum á Eiði.

 

Í øllum fýra dystunum er talan um stórar favorittstøður. Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á hesar fýra dystirnar hava KÍ, Víking, HB og EB/Streym sum greiðar favorittar til at vinna sínar dystir í dag. KÍ hevur kanska ikki óvæntað ta størstu favorittstøðuna. 

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar:

 

##med2##