Tá undirritaði tók við sum landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í samferðslumálum í 1985, ásannaði eg rættiliga skjótt, at Vágarnar vóru afturúrsigldar á mongum økjum.
Politiska skipanin hevði ikki givið oynni nóg stóran ans í mun til onnur økir í landinum.
Hetta var eisini orsøkin til at undirritaði, sum landsstýrismaður í samferðslumálum, miðvíst fóru undir arbeiði fyri at menna Vágarnar, soleiðis, at Vágarnar eisini kundu koma so nøkulunda á hædd við onnur økir í landinum.
Ætlanin var í 5 pørtum:
- Menna loftvegis sambandi
- Bygdu hangar til flogfør
- Betra samferðsluviðurskiftini við Vágarnar
- Ferðasambandi til Mykines
- Leingjan av flogvøllinum
AD 1: Tann 4. november 1987 var Løgtingsmál nr. 20: Stovnan av partafelag við endamáli at taka lut í flogferðslu, lagt fram á ting. Tá uppskotið kom til viðgerðar við 3. Viðgerð, atkvøddu bert 20 av 33 tingfólkum fyri at seta á stovn tjóðarflogfelag okkara. Tað var eingin sjálvfylgja at heimstaðurin skuldi liggja í Vágum, men tað var ein treyt, at bústaðurin skuldi verða: Flogvøllurin, 380 Sørvágur.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tóku ikki undir við málinum, og atkvøddu blankt.
AD 2: Skuldu vit stovna eitt Føroyskt flogfelag við heimstaði í Vágum, so var treytin tann, at vit høvdu ein hangar til flogfør. Hann var bygdur, og tikin í nýtslu í 1988, og kostaði uml. 50 míó. kr.
AD 3: Tann 17. mars 1988 var løgtingsmál: Lán til tunnil um Vestmannasund lagt fram á Føroya Løgting. Øll 33 tingfólkini atkvøddu fyri uppskotinum. Arbeiðið uppá tunnilin byrjaði, og brúktar vóru uml. 50 míó. kr. til at fyrireikað arbeiðsplássið, og inntakið til undirsjóvartunnilin Streymoyarmegin. Arbeiðið byrjaði, men steðgaði - orsaka av fíggjarligu støðuni í landinum, men uppaftur tikið nøkur ár seinri.
AD 4: Í 1988 var nýggjur ferðabátur bygdur til at sigla ímillum Sørvág og Mykines.
AD 5: Tað eydnaðist ikki at fáa grótið frá undirsjóvartunnilinum til at leingjan av flogvøllinum.
Harumframt
útbygdu vit tyrlutænastuna, bæði tekniskt og operativt, umframt bygging av farmahøll, og keyp av tyrlu úr USA í 1987/88.
Týðandi hendingar
Hesar útbyggingar, saman við øðrum útbyggingum av tunlum, vegum, bussum og ferjusambandi í árunum frá 1985 – 1989, millum bygdir og oyggjar, gav nýtt bjartskygni, sum síðani hevur haft stóran týdning fyri ferðafólk og íbúgvarnir í Vágum og í Føroyum sum heild.
Hvat fingu vit burturúr
Í dag kunnu vit við góðari samvitsku ásannað, at úrslitið tjóðskaparliga, hevur gingið eftir ætlan, hóast nógvir brotasjógvar hava verið av og á t.d. í søguni hjá flogfelagnum.
Men hinvegin hevur stórt tal av føroyingum fingið útbúgving innan loftferðslu, flogskiparar, mekanikarar, flogternur, fíggjarstýring, umsiting v.m. Vert er eisini at hava í huga, at hesar útbúgvingar hava ikki verið partur av øðrum skúla politiskum almennum átøkum, men at flogfelagið sjálvt hevur staði fyri hesum arbeiði og fíggjað sín part av útbúgvingunum. Fáir ella næstan eingin Føroyingur høvdu útbúgving á hesum øki frammanundan.
Fólkið og kommunurnar í Vágum fingu ágóðan
Eisini í nærumhvørvinum hevur fólkið og lokali myndugleikin fingið nógv burturúr.
Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, og tær hava fíggjarliga verði betri førar fyri at útbygt skúlar, barnagarðar, vøggustovur, grundøkir, ítróttar økir, vinnu økir v.m. umframt at fólkatalið í oynni er vaksi munandi frá 1988 til dagin í dag, og hevur úrslitið eisini ført við sær fleiri 100 nýggj arbeiðspláss.
Sama er galdandi við ferðafólkaflutninginum til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan átt kundu metast at vera afturúrsigldar í sama mun, sum frammanundan.
Hesar hendingarnar eru eisini ein boðskapur um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki, og taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk.
Eins og Vágarnar vóru – er Sjálvstýri á einum vegamóti,
eins og Vágarnar høvdu brúk fyri einari almennari ítøkiligari ætlan, og hjálp fyri at menna oynna, er Sjálvstýri nú eisini í somu støðu, og hevur brúk fyri undirtøku á løgtingsvalinum.
Eftir mínum tykki er tað framvegis brúk fyri Sjálvstýrisflokkinum í Føroyskum politikki, og tað hevur stóran týdning, at flokkurin fær møguleika at endurvinna UMBOÐAN á Føroya Løgtingi!
Undirritaði vónar við hesi áheitan, at ikki bert veljarar í Vágum, men at Føroyingar sum heild, vilja umhugsa, at stuðla SJÁLVSTÝRI við síni atkvøðu á løgtingsvalinum 26. mars.
Feskasta veljarakanningin vísir, at Sjálvstýri fær umboð á ting!
Ein atkvøða til Sjálvstýrið er ein atkvøða, sum fer at gera mun fyri føroyskan politikk!
Hvør einasta atkvøða telur!
Lasse Klein,
fyrv. landsstýrismaður
í Samferðslumálum fyri Sjálvstýrisflokkin










