Um 15 tíðina í gjár varð løgreglan boðsend á Herbergi í Havn, tí har var ófriður av einum persóni. Løgreglan tók persónin við sær fyri at skapa frið á Herberginum. Hann varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fekk eina bót fyri tað.
Stutt fyri midnátt varð løgreglan boðsent til ófrið í miðbýnum í Havn. Har fekk ein persónur bót fyri ikki at fylgja boðum frá løgregluni. Hann varð tikin við á støðina fyri at skapa frið.
Klokkan 3 í nátt varð løgreglan boðsent til eina illstøðu í Sverrisgøtu, har menn vóru í hornatøkum. Í tí sambandi vórðu tveir mans handtiknir.
Teir handtiknu persónarnir vórðu leyslatnir aftur, men ein teirra lá framvegis á svav í klivanum á politistøðini, tá vit tosaðu við vaktleiðaran í morgun.
Teir eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar og fáa bót fyri tað.











