Aftur í dag endaði tað við stórsigri til 5-mannafarið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Startspurturin var ikki nógv tøk gamal, tá ið Fípan hevði lagt seg á odda, tað var skjótt, at fjarstøðan aftur til hinar bátarnar var ein bárslongd, og síðani róði Fípan Fagra í flokki fyri seg sjálva.
Á málinum vóru tað í hvussu so er tríggjar bátslongdir aftur til næsta bátin. Tað var Tjaldrið hjá Róðrarfelagnum NSÍ, sum var meiri enn eina bátslongd undan Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag.
Leikalind var tað mesta av tveimum bátslongdum aftanfyri Sílið, og so var Teistin av Argjum eitt sindur aftari.
Úrslitið í dag ber við sær, at Fípan Fagra hevur fult stigatal, og er harvið stórfavorittur at vinna FM heitið.
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:07.23 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Tjaldrið (NSÍ) | 05:15.14 | +07.82 | 6 | ||
| 3 | Sílið (HR) | 05:18.18 | +10.90 | 5 | ||
| 4 | Leikalind (TIND) | 05:22.35 | +15.24 | 4 | ||
| 5 | Teistin (AR) | 05:28.10 | +20.74 | 3 |
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 5 | 35 | ||
| 2 | Tjaldrið (NSÍ) | 5 | 30 | ||
| 3 | Sílið (HR) | 5 | 25 | ||
| 4 | Leikalind (TIND) | 5 | 18 | ||
| 5 | Teistin (AR) | 5 | 17 | ||
| 6 | Falkur (HVR) | 2 | 4 |











