Á fjarðastevnu í Vestmanna var tað av álvara spenningur í hesi kappingini. Tað hevur tað ikki
Kollur endaði á triðja plássil, og tað var hvørki spenningur um triðja plássið ella fjórða plássi, sum Falkur endaði á. Hann var væl frammanfyri Blik.
verið fyrr í ár, tí í trimum teimum fyrstu róðrunum var Fípan Fagra so nógv fremst. Í Vestmanna bjóðaði Drekin hjá Havnar Róðrarfelag av, men tað eydnaðist dreingjunum úr Klaksvík at vinna.
Í dag vunnu klaksvíksdreingir fyri fimtu ferð, og harvið eru teir stórfavorittar at vinna FM. Tað eru fimm stig frá Fípuni Føgru og aftur til Drekan, men hóast Fípan aftur vann í dag og hevur fulla úrtøku, so kann tað væl vera, at tað verður kapping um sigrarnar í Hósvík og á ólavsøku.
Fram til endaspurtin var Fípan Fagra leys av Drekanum, men í endaspurtinum rann Drekin øgiliga væl, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað ein hálv bátslongd ella so frá Fípuni og aftur til Drekan.
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 04:51.09 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 04:52.07 | +00.96 | 6 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 05:01.21 | +10.24 | 5 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 05:05.47 | +14.76 | 4 | ||
| 5 | Blikur (AR) | 05:11.06 | +19.94 | 3 |
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 5 | 35 | ||
| 2 | Drekin (HR) | 5 | 30 | ||
| 3 | Kollur (KÍF) | 5 | 25 | ||
| 4 | Falkur (HVR) | 5 | 20 | ||
| 5 | Blikur (AR) | 4 | 12 |
rsf.fo











