Tíðindaskriv:
Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í apríl hava mennirnir fyrireikað seg til CEV-SCA kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 8. juni. Craigavon liggur áleið hálvan tíma frá Belfast.
Kappingin er um SCA meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggja Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56. limalondum í CEV.
Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktenstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini, so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kann taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.
Høvuðsvenjarin, Boban Ilic, hevur tikið út hesar leikarar til kappingingina: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau.
Jónhild Poulsen verður ferðaleiðari á ferðini, sum byrjar hósmorgunin 4. juni.











