Føroyar eru eisini greiðir favorittar at vinna í Litava

Her eru oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti avrikaði væl í fyrra Play Off dystinum móti Litava í høllini við Tjarnir.

 

Føroyar vunnu 36-26, og hava harvið eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Jonova í Litava.

 

Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 14, tað er klokkan 16 litaviska tíð. Samlaði vinnarin tekur lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.

 

Væntandi er, at Litava fer at avrika betri á heimavølli. Tó eru Føroyar greiðir favorittar at vinna seinna dystin.

 

Níggju altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Føroyar sum greiðan favoritt.

 

Miðaloddsini upp á litaviskan heimasigur eru 7,33.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 11,33.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 1,15.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##