Fuglfirðingar vunnu á havnarmonnum

8-mannafør: Gullbrandur var akkurát undan Ørvi í sera spennandi endaspurti

Mynd: kvf.fo

Á Skálafjørðinum var Gullbrandur úr Fuglafirði fremstur í kappingini millum 8-mannaførini, og aftur í dag á jóansøku í Vági var Gullbrandur fyrstur um málið.

 

Fyrstu langu løtuna var tað ikki so nógv, sum bendi á, at fuglfirðingar fóru at vinna. Starturin hjá Gullbrandi var ikki so góður, sum hann var á Skálafjørðinum.

 

Heldur var tað Ørvur, sum stakk seg framum, og báturin hjá Havnar Róðrarfelag var fremstur nógv størsta partin av teininum.

 

Gullbrandur bjóðaði so av, men leingi helt Ørvur Gullbrandi ein skut aftanfyri.

 

Skuturin minkaði so til ein hálvan skut, og so var tað í sjálvum endaspurtinum, at fuglfirðingar av álvara spílaðu seg út og tóku Ørv og fóru ein hálvan skut framum.

 

Sigurin í dag ber við sær, at Gullbrandur nú er fremstur í FM kappingini. Gullbrandur hevur 20 stig, Ørvur hevur 18 stig, og Heiðabáturin, sum aftur í dag endaði á triðja plássi, hevur 15 stig.

 

1 Gullbrandur (ÍF)05:02.16+00.007 
2 Ørvur (HR)05:03.14+00.966 
3 Heiðabáturin (NSÍ)05:09.39+07.465 
4 Kvívíkingur (KSR)05:12.07+09.824 
5 Argjabáturin (AR)05:15.36+13.403 
6 Gøtu Tróndur (TIND)05:19.37+17.422 
7 Sørvingur (SR)05:25.01+22.701 
8 Tórsbáturin (HR)05:35.44+33.560
1 Gullbrandur (ÍF)320 
2 Ørvur (HR)318 
3 Heiðabáturin (NSÍ)315 
4 Kvívíkingur (KSR)313 
5 Argjabáturin (AR)39 
6 Gøtu Tróndur (TIND)36 
7 Sørvingur (SR)33 
8 Tórsbáturin (HR)20 

 

rsf.fo

 

Mynd: kvf.fo