Fullur bilførari koyrdi á rundkoyring á Argjum

Og í Hoyvík var ein bilførari skuldsettur fyri at bróta treytaleysa víkiskyldu

Eitt ferðsluóhapp var í Hoyvík í gjár. Talan var um ein bil, sum koyrdi út av Kirkjustræti út á Løgmannabreyt og rendi á ein bil, sum koyrdi har. Persónurin ringdi sjálvur á politistøðina og meldaði tilburðin og segði, at hann sjálvur hevði allan feilin. Hann hevði koyrt út fyri treytaleysa víkiskyldu.

Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu skaða.

Bilførarin er skuldsetur fyri ikki at halda víkiskylduna.

Klokkan 0:45 í nátt fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp við rundkoyringina á Argjum, har Glyvursvegur kemur niðan á Argjalandið.

Ein bilur, sum koyrir aftan fyri ein annan bil ringir og boðar frá, at bilurin frammanfyri hevði rent á rundkoyringina og ein lyktapela. Politiið kom á staðið, førarin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Við Gøtugjógv var ein bilførari tikin klokkan 3:30 í nátt. Hann varð máldur til at koyra 74 km um tíman, sum gevur honum klipp í koyrikortið umframt bót.