Tilsamans seks partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, harav fiska tvey fiska gulllaks.
Vit eru so smátt komin inn í gulllaksavertíðina, sum fer at vara til einaferð út á heystið.
Av djúpvatnstrolarunum er ein vestanfyri. Teir fáa mest av blálongu.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men væntandi fer onkur út um vikuskiftið, siga tey á Fiskamarknði Føroya.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski.
- Allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.











