Holið á Tjóðpallinum

 

-Á Tjóðpallinum arbeiða vit í løtuni við leikinum Holið, ið er ein poetiskur klovnaleikur til vaksin og børn, har tað skemtiliga og tað álvarsama eru flættað saman í eini serstakari og kenslubornari leiklistarligari uppliving, siga tey á Tjóðpallinum.

 

Á einum oydnum stað, sum ikki er til, hittast fimm ferðandi. Eingin leið er at hóma, og tað einasta, ið bindur tey saman, er holið í bátinum, sum má bøtast, fyri at tey kunnu halda fram.

 

Men hvussu bøtir man eitt hol, sum kanska er meira enn bara eitt hol?

 

Meðan tey leita eftir eini loysn, stinga spurningar seg upp. Um hvørji tey eru. Um hvønn annan. Um felagsskap, ábyrgd og ynskið at hoyra til.

 

-Holið er ein poetisk og skemtilig granskan av tí at vera menniskja, av tí, sum vit bera við okkum og holunum, sum vit royna at bøta.

 

Frumsýning verður á Tjóðpalli Føroya 14. apríl 2026

 

Leikstjóri: Elmārs Seņkovs
Pall- og búnasniðgevi: Reinis Suhanovs
Ljóðsniðgevi: Heðin Ziska Davidsen
Ljóssniðgevi: Pól Pállsson Holm

 

 

 

Leikarar:

 

Kristina Sørensen Ougaard, Kristina Sundar Hansen, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Búi Rouch

 

Tónleikarar:

 

Heðin Ziska Davidsen / Dánjal á Neystabø