Liðið hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens vann sunnudagin stórsigur 5-2 á Sønderjyske.
5.900 áskoðarar vóru vitni til dystin í Haderslev, har heimaliðið legði seg á odda 1-0, og fekk ein leikara vístan av vøllinum í fyrra hálvleiki. Horsens svaraði aftur við fimm málum áðrenn Sønderjyske slapp at pynta um støðuna.
Tá Adrian kom á vøllin í 84. minutti vóru øll málini í dystinum skotin.
Horsens hevur vunnið tríggjar av teimum seinastu fýra dystunum, og teir eru nummar seks í deildini við 10 stigum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 bíðar ein spennandi uppgáva hjá AC Horsens á útivølli í Parkini móti FC Keypmannahavn.











