Vinkonurnar báðar lata heilt væl at.
- Tað virkar sum, at G! Festivalurin er ein mentanaruppliving, sum man bara má royna. Tað hevur sjáldan ligið fyri hjá mær. Eg havi bara verið á festivali einaferð, tað var á Summar Festivalinum, so eg eri spent, um eg haldi allar dagarnar út, sigur Nita.
Elin, sum er av Tvøroyri, men býr í Nesi í Hvalba, sigur:
- Eg havi hugsað um tað fleiri ferðir, men tað er aldrin blivið til nakað. Tað ljóðar so hugnaligt og stuttligt, so tað er ordiliga gott at vera her. Her er so góður stemningur, fantastiskt, sigur Elin.
Tær búgva báðar í einum vivaro-bileiheimi, sum er heimagjørt.
- Vit búgva væl og hava alt gott við. Alt frá turrum tvøsti og fiski, til spik, epl og dunnuegg. So vit hava alt, vit hava tørv á.
##med2##
Meðan vit standa her á Gøtusandi, so kemur ein annar hvalbingur og heilsar uppá. Tað er Asger Eið. Hann er glaður fyri at síggja aðrar hvalbingar.
- Tað er fantastiskt, at man á G! kann vera saman, bæði ung og eldri. G! snýr seg um at njóta tónleikin, felagsskapin og samveruna, sigur Asger.