Kollveltingarhirðin í Iran sigur í dag, at landið fer at leypa á amerikansk feløg í Miðeystri, eitt nú Apple og Tesla - frá í morgin, mikudagin at rokna.
- Hetta verður gjørt sum hevnd fyri álopini á Iran, siga myndugleikarnir í landinum.
Sambært almennum tíðindatænastum í Iran hevur kollveltingarhirðin ein lista yvir 18 feløg, eitt nú Microsoft, Google, Apple, Intel, IBM, Tesla og Boeing.
- Hesi feløg kunnu rokna við oyðilegging sum hevnd fyri hvørja yvirgangsatgerð móti Iran.
Kollveltingarhirðin leggur aftrat, at tey hava sett tíðina til klokkan 20, lokala tíð hin 1. apríl, tá amerikanskar fyritøkur kunnu rokna við iranskum álopum.











