Iran sleppur bert inn í USA á leikdøgum undir HM

Iranska fótbóltslandsliðið hevur fingið visum til HM-endaspælið í USA, men spælararnir sleppa bert at vera í landinum á sjálvum leikdøgunum.

Iranski sendiharrin í Meksiko, Abolfazl Pasandideh, sigur, at iranska landsliðið sleppur inn í USA á leikdøgum og skal fara úr landinum aftur sama dag. Mynd: Chris Noyola/Ritzau Scanpix.

Tað upplýsir iranski sendiharrin í Meksiko, Abolfazl Pasandideh.

Sambært honum skulu iransku spælararnir koma til USA um morgunin og fara úr landinum aftur sama dag, sum dysturin verður spældur.

– Vit kunnu koma inn um morgunin, og vit skulu fara sama dag, sigur hann sambært AFP.

Iranska landsliðið fer at hava sína støð í Tijuana í Meksiko, nær markinum til USA.

Iran byrjar HM-endaspælið 15. juni við dysti móti Nýsælandi í Los Angeles. Síðani skulu iranar eisini spæla móti Belgia og Egyptalandi.

Tað var fríggjadagin, at iranska liðið fekk endaligt visum til at luttaka í teimum trimum bólkadystunum í USA.

Sambondini millum USA og Iran eru sera spent, eftir at USA saman við Ísrael 28. februar fór undir hernaðarlig álop móti Iran, sum síðani hava elvt til kríggj millum londini.

Kelda: Ritzau/AFP.

 

Iranski sendiharrin í Meksiko, Abolfazl Pasandideh, sigur, at iranska landsliðið sleppur inn í USA á leikdøgum og skal fara úr landinum aftur sama dag. Mynd: Chris Noyola/Ritzau Scanpix.