Ukrainski høvuðsstaðurin, Kiev, er mánanáttina undir álopi av russiskum dronum.
Tað skrivar Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarfyrisitingini í Kiyv, í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AFP.
- Enn eitt umfatandi álop á høvuðsstaðin. Tað kunnu vera fleiri bylgjur av fíggindadronum, skrivar Tkachenko í eini fráboðan.
Hann skrivaði eisini, at minst ein persónur fekk skaða orsakað av álopinum.
Sambært AFP hoyrdust harðar spreingingar yvir høvuðsstaðnum tíðliga í nátt.
Tkachenko heitti á íbúgvarnar í býnum um at vera í skjóli, til vandin er av.
/Ritzau/