Rescue lív skrivar, at Kim Clementsen útnevndur heiðurslimur í Havnar Bjargingarfelag fyri sítt trúgva og drúgva arbeiði fyri Havnar Bjargingarfelag og fyri sjálvbodnu tilbúgvingina í Føroyum.
Longu aftur í áttatiárunum var Kim við, tá okkurt var á vási, og síðani Rescue LÍV, kom til Føroyar í 2008, hevur Kim verið fastur partur av manningini og hann hevur verið skipari á bátnum øll árini.
Á aðalfundinum fekk Kim handað heiðurbræv umframt nál og mansjettknappar úr silvuri við búmerkinum hjá Havnar Bjargingarfelag á.
Tað eru í løtuni fýra heiðurslimir í Havnar Bjargingarfelag. Teir eru Edvard Kjeld, Heini Eysturoy, Jens Hansen og nú eisini Kim Clementsen. Allir hava teir fýra verið partur av hópinum og sjálvbodnu føroysku bjargingarrørsluni í fleiri áratíggju.
Á aðalfundinum var eisini nýggj nevnd vald.
Forfólkið kann bara sita í eitt ár í senn, og Heini Eysturoy, sum hevur verið formaður síðsta árið, helt tí ikki fram sum formaður. Í hansara stað varð Michael Thomsen, sum eisini eru umsjónarmaður á Rescue LÍV, valdur formaður.
Hini í nevndini eru Heini Eysturoy, Hans Albert Hansen, Christoffer Lützen og Magni á Deild Olsen.
Eykalimir eru Heini Hansen, Sjúrður Jakobsen, Malena Rubeksen og Mourits A. Mikkelsen.
##med2##












