Kortini eru blandað av nýggjum í Klaksvík

10-mannafarið er mannað av nýggjum, meðan 8-mannafarið er á Eiði og teir, sum kundu mannað 6-mannafarið, manna bátin eystan Múlan

Nógvu tey seinnu árini hevur Klaksvíkar Róðrarfelag verið millum feløgini, sum hava luttikið við flest manningum, og sum hevur vunnið nógvar róðrar og FM heiti.

 

Umstøðurnar hjá felagnum eru so góðar, sum tær eru hjá nøkrum øðrum róðrarfelag. Tað er nógv lív í snotiliga neystinum, ið er vorðið partur av býarmyndini, og tað er stutt millum, at bátar verða flotaðir og drignir í neystið. Mest sum alt árið sita røðarar í maskinunum og venja, hóast tað ikki eru so nógvir klaksvíkingar, sum luttaka í innandurakappingunum í kappróðri.

 

Klaksvíkar Róðrarfelag eigur átta bátar. Tað eru Jógvan Højgaard og Linda Reidarsdóttir, sum leggja ætlanir og standa fyri venjingunum.

 

Flaggskipið er 10-mannafarið Klaksvíkingur, sum fýra tey seinastu árini hevur vunnið FM, og sum í ár verður eitt av trimum, ið fara at kappast. Í fjør mannaðu klaksvíkingar tvey 10-mannafør – Klaksvíking og Nólsoyar Páll. Nýggja manningin umborð á Klaksvíkingi er fyri tað mesta samansett av teimum, sum í fjør vóru við til at manna teir báðar bátarnar.

 

8-mannafarið Nevið Reyða er ikki mannað í Klaksvík í ár. Báturin er útleigaður til Eiðis og fer at rógva undir navninum Risin.

 

6-mannafarið Páll Fangi er hvørki mannaður við monnum ella kvinnum. Røðarar úr Klaksvík manna 6-mannafarið eystan Múlan, og seinni í summar er ætlanin at manna Páll Fanga í MA hjá kvinnum. 5-mannafarið Karin er í Vestmanna.

 

Í 2019 læt felagið nýtt 5-mannafar smíðað, sum bar gamla navnið hjá felagnum, tá ið tað ræður um 5-mannafar. Nú seks ár seinni er nýtt 5-mannafar smíðað. Fípan Fagra er spildurnýtt 5-mannafar, sum tríggjar manningar royna seg í. Talan er um kvinnumanning, sum í fjør luttók í trimum teimum seinastu róðrunum, 17-18 ára gamlir dreingir, sum í fjør vóru næstfremst í FM kappingini og 14-16 ára gamlir dreingir, sum í fjør vunnu FM.

 

Hesa vikuna er serliga nógv ferðsla í og kring kappróðurin í Klaksvík. Eini 70 fólk eru í holtur við at fyrireika sjálvt kappróðrarøkið, og har kemur tað væl við hjá felagnum, at vinnulívið hjálpir so væl til eitt nú við tvíkiljum og øðrum amboðum og tólum. Og á vánni hava bátar úr øðrum róðrarfeløgum verið at sæð. Ørindini hjá teimum eru at venja seg við kappróðrarøkið, har fyrsti FM róðurin verður leygardagin.

 

##med2##

 

Klaksvíkingur

 

10-mannafar

 

Páll Fangi

 

6-mannafar kvinnur MA

 

Fípan Fagra

 

5-mannafar

 

Kvinnur

 

Dreingir 14-16 ár

 

Dreingir 17-18 ár

 

Sævarmoy

 

5-mannafar

 

Dreingir 14-16 ár

 

Barnaróður dreingir

 

Barnaróður gentur

 

Tekla

 

5-mannafar

 

Gentur 14-16 ár

 

Barnaróður dreingir

 

Barnaróður gentur

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her