Húsavíkar kommuna sigur, at læknadømið er væl mannað við Gunnhild Helmsdal, Guðrun Zachariassen og Ásu J. Jacobsen, men at umstøðurnar hjá bæði læknum og brúkarum ikki eru tær bestu.
Læknamiðstøðin varð bygd og tikin í nýtslu í 1980-árunum, og sambært kommununi eru krøvini til eina læknamiðstøð nøkur onnur í dag.
Umboð fyri Sands, Skúvoyar, Skálavíkar, Húsavíkar og Skopunar kommunur eru við í arbeiðinum.










