Landsstýrið sleppur ábyrgdini

- Mótmælið týskvøldið var eitt neyðarsligt róp um at verða hoyrd

Týskvøldið 8. apríl mótmæltu fólk, sum standa í samhuga við Palestina, at felagsskapurin Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri almennum fyrilestri, har høvuðsrøðarin var ein fyrrverandi hernaðarleiðari hjá ísraelska herinum við markið til Gaza - ein herur, sum øllum kunnugt, er í holt við eina systematiska oyðing av Gaza og tess fólki.

Mótmælið var tó helst ikki bert drivið av tiltakinum hjá Vinafelagnum, men eisini ein kulminatión av tí lemjandi tøgnini frá okkara fólkavaldu.

Í yvir 20 mánaðir hava vit verið vitni til eitt heimssøguliga ræðuligt hernaðarálop á verjuleys í Gaza, sum millum annað ST og altjóða dómstólar kanna sum eitt møguligt fólkamorð. Hóast hetta, hevur Føroya Landsstýri onga støðu tikið til málið. Ikki eina einastu ferð hevur løgmaður ella uttanríkisráðharrin fordømt blóðbaðið í Gaza ella áhaldandi landastuldurin í Vestara Áarbakka. Hinvegin var løgmaður skjótur at fordøma álopið hjá Hamas 7. oktober 2023. Tað var eisini uppá sítt pláss, men vit eru mong, sum ikki góðtaka, at samhugin ikki røkkur longur enn eitt vist.

Ósamsvarandi reaktióninirnar og støðuga tøgnin frá okkara fólkavaldu vekir eina djúpa frustratión og kenslu av sviki í mongum okkara - eisini nógvum, sum ikki síggja seg føran fyri at mótmæla alment. Tí tað, sum landsstýrið í roynd og veru ger, er at lata ábyrgdina frá sær og leggja hana upp í hendurnar á einstaklingum og áhugafelagsskapum.

Føroyar hava heldur ikki latið sendistovuna í Jerusalem aftur – tíansheldur viðgjørt, hvørt hon eigur at stongjast ella ikki. 

Har kemur onki. Tøgn.

Somuleiðis hava almennu Føroyar heldur ikki tikið støðu til, ella yvirhøvur viðgjørt, hvørt Føroyar eiga at seta sanktionir mótvegis Ísrael í verk - og harvið greitt vísa, at vit sum tjóð góðtaka ikki, at mannarættindi og altjóða lóg áhaldandi verða brotin.

Vit í Samhuga við Palestina halda, at tað er bráðneyðugt, at okkara fólkavaldu:

- fordøma fólkamorðið í Gaza

- fordøma landastuldurin í Palestina

- lata sendistovuna í Ísrael aftur

- seta diplomatiskt og fíggjarligt trýst á Ísrael

- viðurkenna Palestina sum stat

 

Tí tøgn er ikki neutral – tøgn er samtykki.

 

Samhugi við Palestina

Tórshavn, 11. apríl 2025