Livyan Silva besti leikarin í august

Hinar sum vóru tilnevndar vóru Durita Hummeland og Sanna Svarvadal hjá KÍ

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar:

 

- Við meira enn helvtina av atkvøðunum á sona appini, varð Livyan Silva úr B36 vald til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði

 

——————

 

Fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum var spælt sunnudagin. Á Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 4-0 á Víkingi, og í Gundadali vann HB 5-0 á Skála.

 

Í niðara bólki vann ÍF 4-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á B36.

 

Áðrenn dystin í Sørvági tók Livyan Silva hjá B36 ímóti heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði.

 

Tær tilnevndu vóru Durita Hummeland og Sanna Svarvadal úr KÍ, og Livyan Silva úr B36. Og tá atkvøðugreiðslan á sona appini endaði, hevði Livyan Silva fingið meira enn helvtina av atkvøðunum.

 

Tað var Kristina Christiansen, hjálparfólk hjá B36, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Livyan Silva eitt gávubræv frá Føroya Tele, og eitt heiðurstekin, ið er latið av FSF.

 

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma BalslevFøroya Tele og Atlantic Airways.

 

Stigatalvur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnurSkrivar FSF. 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen