Alt er loyniligt. Eftir 15 mánaðir við ógvusligum hóttanum og hørðum krøvum frá Donald Trump, eru nú samráðingar fyri afturlatnum hurðum í Washington um framtíðina hjá Grønlandi og kongsríkinum.
Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og grønlendska Vivian Motzfeldt byrjaðu tilgongdina í Washington 14. januar. Síðani hava tveir fundir verið við ovastu embætisfólk úr Nuuk, Keypmannahavn og Washington, og væntandi eru fleiri fundir.
Vit vita ikki, hvat tey tosa um. Tað einasta vit vita er, at samráðingarnar fara at hava ávirkan á alt Norðuratlantshav og harvið eisini á Føroyar. Samráðingarnar fara at avdúka, um vit framvegis kunnu rokna við USA, hóast forsetin ikki virðir grønlendingar og hóttir við hermegi, og framvegis virkar í Arktis sambært altjóða lóg og rættvísi.
Vit fáa at síggja. Meðan vit bíða, fari eg at vága mær at gita, hvat samráðingarnar fara at snúgva seg um.
##med2##
Grønland við borðið
Fyrst ein sera sentralur faktorur: Grønland er við borðið. Sambært grundlógini er tað framvegis stjórnin í Keypmannahavn, sum hevur ræði á trygdar- og verjupolitikkinum hjá kongsríkinum, men sum tað eisini er kent í Føroyum, so hevur veruleikin langt síðani bjóðað orðaljóðinum í grundlógini av.
Í 2004 varð sonevnda “Verjuavtalan frá 1951” millum Danmark og USA um Grønland endurskoðað, og Grønland varð tikið við sum samstarvsfelagi í avtaluni. Nuuk metir tí luttøku í samráðingunum við USA vera einasta góðkenda møguleikan. Í Keypmannahavn vita tey, at samráðingar uttan Grønland vildu gjørt samstarvið við Grønland ómøguligt, og í USA síggja tey tað heilt víst sum ein fyrimun at hava Grønland við.
Hetta gevur samráðingarmonnunum hjá Trump møguleikan at spæla Grønland og Danmark út ímóti hvørjum øðrum. Amerikanarar eru ógvuliga tilvitaðir um grønlendska beiskleikan yvir hjálandatíðina og áhaldandi veikleikarnar í ríkisfelagsskapinum. Amerikansku diplomatarnir fara heilt víst at endurtaka boðskapin hjá Trump um, at Grønland skjótt kann gerast eitt sjálvstøðugt ríki, leyst av bondum til Danmarkar og fáa nýtt ríkidømi, um grønlendingar velja eitt politiskt samstarv við USA og geva frá sær sítt pláss í danska kongaríkinum.
Hvør eigur Grønland?
Hetta tilboðið verður vrakað. Grønlendska leiðslan tykist áhaldandi í síni avvísing av visjónini hjá Trump um at knýta Grønland og USA saman. Seinast segði grønlendski fíggjarmálaráðharrin, Muté B. Egede, sum var landsstýrisformaður fram til mars 2025, við TV2, at hann ynskti, at hann hevði vrakað Donald Trump enn greiðari í byrjanini av 2025. Síðani hevur nýggi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, sligið fast, at Grønland í løtuni velur felagsskapin við Danmark, samstarvið ES og NATO fram um USA. Ein meiningakanning vísti í síðstu viku, at bert seks prosent av grønlendingum kenna ein fyrimun í einum politiskum sambandi við USA; 85 prosent vraka hugskotið.
Hetta er kjarnin í samráðingunum: Amerikansku diplomatarnir fara at endurtaka kravið um ognarrætt og ræði á Grønlandi. Hetta verður vrakað, men týðandi grá øki kunnu lata seg upp.
USA kann skjóta upp, at Danmark og Grønland flyta ræðisrættin yvir eitt ella fleiri smærri, kanska óbygd øki til USA. Hetta kundi til dømis verið núverandi øki kring herstøðina Pituffik Space Bace, gamla Thule Air Base, langt norðanfyri. Eitt øki uppá góðar 600 ferkilometrar; um tvær ferðir so stórt sum Eysturoyggin.
Soleiðis hevur Bretland innrættað seg á Kýpros. Bretar hava fullan ræðisrætt yvir tveimum stórum, bygdum økjum á oynni – Akrotiri og Dhekelia.
Fult fullveldi yvir einum ella fleiri økjum við herstøðum í Grønlandi fer at loyva Donald Trump at lýsa seg sjálvan sum sigursharra og enda ósemjuna. Viðhaldsfólk hansara fara at fegnast, og hann fer at kunna steðga hørðu atfinningum av Grønlandsævintýrinum frá veljarum og partabrævamarknaðum í USA og frá stóru NATO-londunum í Evropa.
Kravið um suveren øki til herstøðir verður avvíst av Grønlandi og Danmark. At lata frá sær suverenitet yvir pørtum av Grønlandi, líka mikið hvussu lítið ella stórt tað er, stríðir ógvusliga ímóti sjálvsfatan grønlendinga; í Danmark fer tað at krevja Fólkatingsins góðkenning.
Ein møgulig semja kann finnast í Hong Kong. Í 1898 gjørdu Kina og Bretland eina avtalu, har bretar leigaðu Hong Kong frá Kina í 99 ár. Kina slepti ongantíð við fullveldinum, og avtalan fór úr gildi í 1997.
Ein líknandi avtala, har USA leigar øki til herstøðir í Grønlandi í 100 ár, hevði neyvan kenst eyðmýkjandi fyri Grønland og Danmark, men valdsviðurskiftini millum kongaríkið og USA hava áður kravt truplar viðurkenningar. Samráðingarmenn kongaríkisins kunnu eisini verða noyddir at góðtaka minstu semju hesaferð.
Gylta hválvið
Symbolskir sigrar fara at hava týdning fyri Donald Trump. USA hevur næstan fríar ræsur at økja sína hernaðarligu nærveru í Grønlandi sambært verjuavtaluni frá 1951, men ein nýggj avtala, sum beinleiðis loyvir Donald Trump at seta sín sokallaða Golden Dome upp í Grønlandi, kann vera ein týðandi symbolskur sigur hjá forsetanum. »Gylta hválvið« er visjónin hjá Donald Trump um eitt máttmikið netverk av vápnaðum fylgisveinum, radarum og rakettstøðum, sum skulu verja Norðuramerika móti kjarnorkurakettum frá Russlandi, Kina og øðrum mótstøðulondum í tíð og ævir.
USA kann krevja, at Grønland verður tikið við í sokallaða NORAD-samstarvið, har USA og Kanada saman byggja verjuskipanir í Arktis, og sum er týðandi karmur um ætlanirnar hjá forsetanum. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur givið boð um, at hválvverkætlanin er kærkomin; kanska fer USA eisini at krevja, at Danmark sjálvt rindar fyri at hválvið verður sett upp í Grønlandi.
##med3##
Kina er avskorið
Eisini skal væntast eitt greitt amerikanskt krav um, at Kina ikki fær ávirkan í Grønlandi, og aftur her eru tey gráu økini avgerandi. Danmark og Grønland fara helst at kunna liva við, at kinesiskar fyritøkur verða avskornar frá at gera íløgur til dømis í havnarvirksemi, fjarskifti og annað týdningarmikið undirstøðukervi í Grønlandi, og at Kina verður hildið burtur frá týðandi mineralunum í Grønlandi. Lóggáva um trygdarkanning av útlendskum íløgum er longu í gongd í Grønlandi, so hugskotið um Kina-bremsu er væl kent í Nuuk.
Spurningurin er so, um amerikanarar fara at gera meira fyri at forða fyri, at Grønland verður búskaparliga bundið av Kina. Umleið 20 prosent av útflutninginum av fiski og rækjum hjá Grønlandi fara í løtuni til Kina, og Grønland vil selja meira. Allir føroyingur vita, hvat ein slíkur kundi merkir fyri búskapin og framtíðina. Um USA vil seta bremsur á útflutningin hjá Grønlandi til Kina, krevur tað móttiltøk og truplar samráðingar.
Ekslusiv mineral?
Økt amerikonsk atgongd til grønlendsku undirgrundina verður sanniliga eisini partur av samráðingunum. Donald Trump tosaði um ráevnini í Grønlandi longu í 2019, tá hann fyrstu ferð tosaði um ynski sítt um at keypa Grønland.
Nuuk hevur leingi arbeitt við at lokka amerikanskar íleggjarar til námsrakstur í Grønlandi – uttan stórvegis eydnu. Námsrakstur í Arktis er dýrur og trupul. Tað er tó framvegis møguligt, at amerikanskir samráðingarmenn fara at krevja, at bert USA hevur atgongd til sjáldsom jarðevni í grønlendsku undirgrundini og øðrum steinsløgum av strategiskum týdningi fyri amerikonsku verjuna og ídnaðin - umframt serliga góðar búskaparligar umstøður hjá amerikonskum fyritøkum. Kanska fer USA eisini at krevja ávirkan á sjálva umsitingina í Nuuk: Námsfeløgini gremja um óvanliga seina málsviðgerð.
Eisini hetta punktið kundi ført til truplar samráðingar, sum røkka langt inn í sjálvsfatan kongaríkisins og Grønlands egnu framtíðarvisjónir.
Nær verða tey liðug?
Eingin tíðarkarmur er fyri samráðingarnar, men Donald Trump fer heilt sikkurt at ynskja eina avtalu, sum kann hjálpa honum í týdningarmikla miðskeiðisvalinum í USA í november. Tað verður ikki lætt.
Í longri tíð hava Trump og hansara innari bólkur verið illa kunnaðir um Grønland, men nú geva samráðingarnar tíð til at savna vitan og fínpussa amerikonsku krøvini, men eisini at raðfesta grønlendsk-donsku mótynskini og uppskotini. Samráðingarleiðari frá grønlendskari síðu er Mininnguaq Kleist, leiðari í Uttanríkisráðnum í Nuuk, og úr Danmark leiðarin á deildini hjá Uttanríkisráðnum í Keypmannahavn, Jeppe Tranholm-Mikkelsen.
Martin Breum er journalistur, vertur í poddvarpinum “Koldfronten - slagið um Grønland og Arktis” og høvundur og hevur millum annað skrivað bókina “Grønland og den amerikanske forbindelse”














