Lunnar ger fløkta tøkni lættari at brúka

KT-fyritøkan Lunnar í Saltangará er vaksin frá at vera ein lítil kjallarafyritøka, sum helt til á 20 fermetrum til eitt miðalstórt KT-hús, sum í dag arbeiðir við stórum heimasíðum, appum, serskipanum, hýsing og vitlíki

 

– Vit skapa tøkniloysnir til menniskju. Tað gera vit við at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í snið, nýtslu og uppliving, sigur Signar Nielsen, sum her stendur saman við Levi á Torkilsheyggi

Lunnar húsast á Heiðavegi 27 í Saltangará, har 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. 

Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar Nielsen. 

- Tað týdningarmesta fyri okkum er, at kundarnir vita, at vit finnast, og hvat vit kunnu hjálpa teimum við. Vit eru ein heildarveitari, sum kann hjálpa við øllum frá heimasíðum og appum til kompleksar skipanir, hýsing og vitlíki, sigur Signar Nielsen. 

Lunnar byrjaðu við at gera heimasíður, og heimasíðuparturin er framvegis ein týðandi partur av virkseminum. Men í dag fyllir menning av serskipanum og appum størsta partin av virkseminum. 

– Vit gera ofta tekniskt kompleksar loysnir, men málið er altíð, at tær skulu vera lættar at brúka. Vit skapa tøkniloysnir til menniskju, og tí skulu snið og uppliving hugsast inn frá byrjan, sigur hann.

 

Skipanir sum tosa saman 

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Lunnar snýr seg um at fáa skipanir at hanga saman. Tað kann vera kassaskipanir, bókhaldsskipanir, gjaldsskipanir og ein ørgrynna av øðrum skipanum ella dátur, sum longu eru til staðar hjá kundanum. 

Ofta veit kundin ikki sjálvur, hvørjir møguleikar liggja í dátunum og skipanunum, sum fyritøkan longu hevur. 

– Onkuntíð veit kundin ikki, at tað yvirhøvur ber til. Tað kann vera, at kundin hevur dátur tøkar, sum kunnu skapa nýtt innlit ella eina betri uppliving – antin fyri fyritøkuna sjálva ella fyri kundan hjá fyritøkuni, sigur Signar. 

Fyri kundarnar hjá Lunnum merkir hetta ofta lættari umsiting, færri villur og eina betri tænastu til teirra viðskiftafólk. 

 

Appir til føroyskar fyritøkur 

Lunnar hava ment fleiri føroyskar appir, millum annað Bónus- og Miklagarðs-appina, Effo-appina og Mítt Nema. 

Bónus- og Miklagarðs-appin hevur umleið 20.000 brúkarar og savnar fleiri hentleikar í einari loysn. Hon er millum annað knýtt saman við kassaskipanina og gjaldsveitaran, so brúkarin kann fáa kvittanir beinleiðis í appina. Haraftrat fáa kundarnir persónligar prísir, sum ein AI-loysn tekur sær av. 

– Við so nógvum hentleikum í appunum er okkurt fyri øll. Tað, sum hevur størst virði fyri ein brúkara, kann vera nakað annað fyri ein annan brúkara, sigur Signar.

Effo-appin varð upprunaliga ment undir koronu, tá tørvur var á at avmarka fysiska kontakt millum kundar og starvsfólk. Síðan er appin víðariment og hevur í dag fleiri hentleikar. 

– Í dag kann kundin avgreiða fleiri tænastur skjótari og smidligari. Tað kann til dømis vera bilvask, løðing, kaffi, mat og brennievni, sigur hann. 

Stjórin vísir á, at í Mítt Nema kann kundin millum annað umsita síni hald, tendra fyri roaming og stovna hald til børn. 

– Tað snýr seg um at gera tað lættari hjá kundanum at avgreiða síni viðurskifti sjálvur, sigur hann.  

 

Krevja meira enn snið 

Lunnar hava eisini ment stórar heimasíður fyri fleiri føroyskar fyritøkur og stovnar, eitt nú Føroya Tele, Elektron, Nema, Formula, Smyril Line og Fótbóltssamband Føroya. 

Ein stór heimasíða er ikki bara ein spurningur um, hvussu hon sær út. 

Hon skal vera skjót, trygg, løtt at umsita og kunna bera nógv innihald. Ofta skal hon eisini hava integratiónir við aðrar skipanir, virka á fleiri málum og geva kundanum góð hagtøl og betri innlit. 

Eitt nýtt dømi er Norðlýsið, sum Lunnar hevur ment nýggja heimasíðu til.

– Norðlýsið hevði 81.000 greinar og 50 GB av myndum heilt afturi frá 2002, sum skuldu flytast yvir á nýggju síðuna. Slíkar verkætlanir krevja bæði tøkniligt innlit og góðan struktur, sigur Signar Nielsen. 

Hann vísir á, at nýggja síðan hjá Norðlýsinum er bygd á WordPress og block editor, sum ger tað lættari hjá redaktiónini at leggja út og viðlíkahalda innihald. 

- Leitifunkan er munandi betri, so brúkarar skjótari finna greinar og annað innihald. Leitifunkan tolir stavivillur, so brúkarin kann finna rætta innihaldið, hóast hann ikki stavar orðið heilt rætt. Harumframt geva hagtølini betri innlit í, hvørjar greinar, lýsingar og evni hava størst áhuga hjá lesarunum.

Signar sigur, at hetta gevur eitt nógv betri grundarlag fyri víðari menning, tí fleiri hentleikar kunnu byggjast oman á skipanina framyvir. 

Tá Lunnar fer undir eina nýggja heimasíðu, byrjar arbeiðið vanliga við sniðinum. 

– Vit tekna altíð sniðið fyrst, so kundin veit, hvat hann fær. Síðan tillaga vit eftir tørvi, áðrenn heimasíðan verður ment, sigur stjórin. 

 

Vitlíki eitt tvíeggjað svørð

Sum flestu KT-fyritøkur brúkar Lunnar eisini vitlíki – ella AI – í sínum arbeiði. 

- Vitlíki verður eitt nú brúkt til programmering, feilfinning, testing, skjalfesting, hugskotsmenning og annað dagligt arbeiði.

Signar Nielsen heldur, at vitlíki longu hevur stóran týdning fyri KT-vinnuna. 

– Vitlíki tekur ikki arbeiðið frá okkum. Tað ger okkum betri, um vit brúka tað rætt, sigur hann. 

Hann leggur tó dent á, at vitlíki ikki kann loysa allar uppgávur. Tørvur er framvegis á menniskjum, sum skilja kundan, duga at taka ábyrgd, síggja heildina og gera kreativar og fakligar metingar. 

– Vitlíki er eitt ótrúliga gott amboð, men tað kemur ikki í staðin fyri menniskjaliga fatan, ábyrgd og kreativitet, sigur hann. 

Samstundis er vitlíki eisini eitt tvíeggjað svørð. Tað ger tað lættari hjá fyritøkum at arbeiða skjótari og betri, men tað ger eisini álop á heimasíður og skipanir meira framkomin og meira automatiserað. 

 

##med2##

 

Fleiri álop krevja meira verju 

Hjá Lunnar síggja tey í dag fleiri royndir at leypa á heimasíður enn áður. Tað snýr seg millum annað um royndir at rita inn, code-injections, supply-chain álop og falskar formularar. Tað er ikki talan um DDoS-álop, men um støðugar og automatiseraðar royndir at finna veikleikar. 

– Við vitlíki og automatisering er tað vorðið lættari at royna álop í stórum tali. Tað merkir ikki, at heimasíðurnar eru ótryggar. Tað merkir heldur, at hóttanarmyndin er broytt, og at trygd, eftirlit og viðlíkahald fylla meira, sigur Signar.

Serliga WordPress-heimasíður eru áhugaverdar hjá óviðkomandi at royna seg ímóti, tí WordPress er so nógv brúkt.

– Umleið 40 prosent av øllum heimasíðum í Føroyum eru gjørdar í WordPress, og tí er tað eisini ein pallur, sum nógv royna at leypa á, sigur hann. 

Lunnar arbeiðir tí nógv við at tryggja heimasíðurnar, sum fyritøkan umsitur. Hetta verður gjørt við regluligum dagføringum, backup, 2FA-autentikering, trygdartiltøkum og beinleiðis eftirliti. 

– Vit hava live eftirlit, so vit síggja, um ein síða ikki er tøk ella hevur feilir. Í seinastuni hava vit vikuliga verið noydd at taka okkum av trygdarviðurskiftum ella royndum at leypa á síður, sigur Signar. 

Fyri kundan er endamálið, at heimasíðan skal vera trygg, støðug og tøk - uttan at kundin sjálvur skal hugsa um alt tað tekniska aftanfyri. 

 

Tøkni skal ikki standa í vegin

Hóast Lunnar arbeiðir við kompleksari tøkni, er høvuðsmálið einfalt: Tøknin skal gera gerandisdagin lættari. 

– Tað er ein góð heimasíða, tá snið, brúkarauppliving, trygd og skjótleiki renna saman í eina heild, sigur Signar.

Hjá Lunnar er hugsanin, at tøkni og snið hanga óloysiliga saman. Tað, sum verður ment, skal ikki bara virka. Tað skal eisini vera lætt at skilja, lætt at brúka og geva meining fyri tey menniskju, sum skulu brúka tað. 

– Vit skapa tøkniloysnir, sum eru til menniskju. Tað gera vit við at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina, sigur stjórin í Lunnar, Signar Nielsen.

Síðan 2021 hevur Lunnar sett millum eitt og tvey fólk í starv um árið, og fyritøkan leitar nú eftir fleiri fólkum. Gongdin bendir á, at tørvurin á føroyskum KT-loysnum, sum bæði eru tryggar, væl gjørdar og lættar at brúka, heldur fram at veksa.

 

 

 

– Vit skapa tøkniloysnir til menniskju. Tað gera vit við at innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í snið, nýtslu og uppliving, sigur Signar Nielsen, sum her stendur saman við Levi á Torkilsheyggi

- Vit innhugsa menniskju í alla tilgongdina – bæði í sniðið, nýtsluna og upplivingina