Marita og liðfelagarnir taptu greitt í Odense

Nykøbing Falster megnaði ikki at liva upp til góða úrslitið sunnudagin

Farna sunnudag megnaði liðið hjá Maritu Mortensen, Nykøbing-Falster flottan javnleik 27-27 (16-16) í heimadysti í Champions League móti Odense.

 

Mikukvøldið møttust liðini aftur í Odense í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Hesaferð var greiður munur á liðunum.

 

Odense vann greitt 29-20 aftaná 17-12 leiðslu í steðginum. Marita var noterað eitt upplegg til mál.

 

Nykøbing Falster hevur fýra stig fyri fýra dystir. 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 tekur liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Keypmannahavn á heimavølli móti hennara gamla liðið, Horsens.