China Southern byrjaði hin 19. august eina nýggja farmarutu millum norska høvuðsstaðin Oslo og Shanghai í Kina.
- Við tveimum fráferðum um vikuna við 100 tonsum av laksi hvørja ferð fær norskt vinnulív ein størri kapasitet til týdningarmesta marknaðin hjá Noregi í Asia.
Ilaks.no veit at siga, at tað er eitt Boeing 777F-flogfar, sum flýgur hesa rutuna, og hetta er sambært heimasíðuni eitt av heimsins størstu farmaflogførum.
- Við einum kapasiteti á 100 tons hvønn túrin tvær ferðir um vikuna verður møguligt við hesi rutu at flyta stórar nøgdir av vørum millum londini.
Sagt verður, at fyri norskt vinnulív merkir hetta í fyrsta lagi øktur kapasitetur fyri fiskavørur, har stutt flutningstíð er avgerandi fyri vørudygd og haldbari.
Meira um hetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri:
https://ilaks.no/ny-fraktrute-skal-fly-200-tonn-laks-fra-gardermoen-til-shanghai-hver-uke/










