Øll skulu kenna seg sum vinnarar tá mál eru liðug

Ása Olsen er nýggj forkvinna í Megd. Meginfelagið Megd arbeiðir fyri áhugamálum teirra, ið bera brek. Meginfelagið hevur 24 limafeløg, sum tilsamans hava fleiri enn 4000 limir. Ása heldur at tað hevur týdning, at øll limafeløgini kenna seg heima í Megd. Nýggja forkvinnan fer at arbeiða fyri, at játtanir til vælferðartænastur verða tryggjaðar fleiri ár fram, tí hóast hesar kosta, er tað ein sparing at fólk fáa røttu hjálpina, og kunnu liva eitt virkið lív

Ása Olsen er ikki ókend í Megd, hon var aðalskrivari í seks ár, frá 2012 til 2018. Hon hevur sitið í starvsnevndini hjá Megd, umboðandi felagið Hoyr, og á seinasta aðalfundi bleiv hon vald til forkvinnu, tá legði hon forkvinnusessin í Hoyr frá sær, tí tá tú stendur á odda fyri meginfelagið, skalt tú umboða øll limafeløgini á jøvnum føti.

 

##med2##

 

Ása Olsen hevur fjølbroyttar starvsroyndir og útbúgvingar. Hon byrjaði í handli og sum læraravikarur, síðani fór hon at arbeiða við roknskapi. Undir kreppuni høvdu fyritøkur ikki ráð at gjalda løn, og í 1993 fór Ása at arbeiða sum heimahjálp. Í 1996 bleiv hon vald til forkvinnu í heilsuhjálparafelagnum. Hon var forkvinna í 12 ár, og fór beinanvegin at arbeiða við at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar.

 

Í 2018 kom hon aftur í Heilsuhjálparafelagið sum fyrisitingarleiðari, hetta arbeiðið hevði hon, til hon nú tók við sum forkvinna hjá Megd.

 

Umráða seg væl áðrenn Megd talar at alment

 

Forkvinnan er hægsti myndugleiki í felagnum og er tann sum tosar vegna felagið. Flestu trupulleikar verða loystir við at hava fundir við avvarandi partar, men um hetta ikki ber á mál, er tað uppgávan hjá forkvinnuni at tala alment, tá tey sum bera brek eru fyri órætti.

 

- Vit skulu umráða okkum væl, áðrenn vit tala at alment, tí um vit allatíð eru úti, blíva fólk troytt av tí. Vit gera nógv við at hava fund við avvarandi partar, so at alt ikki endar sum opið stríð, tí øll gera sítt besta.

 

##med3##

 

Oftast eru tað limafeløgini sum boða frá. Limafeløgini taka sær av einstaklingamálum, og tað er bert um hesi hava serligan týdning at Megd gerst partur av málinum.

 

- Vit skulu ikki blanda okkum í arbeiðið hjá Limafeløgunum, men vit eru klár at stuðla, og er okkurt sum tey ikki megna, fara vit beinanvegin í málið.

 

Fyri Ásu Olsen er tað ongin trupulleiki at vera tann sum stígur fram, tað sum hevur týdning er at tað ikki eru kenslurnar sum stýra.

 

- Eg má halda meg til viðurskiftini í málinum, tað kann vera ST sáttmálin, ella fyrisitingarlógin sum er brotin við manglandi hoyringum. Tað er týdningarmikið at ikki blíva persónlig, men sjálvandi blívi eg irriterað onkuntíð.

 

Tá Ása Olsen gjørdist forkvinna, boðaði hon beinanvegin frá, at hon vildi hava gott samstarv við allar avvarandi partar.

 

- Syrgir tú ikki fyri at hava gott samstarv við tann sum situr hinumegin borðið, so kemur einki gott burtur úr. Tey hava brúk fyri okkum, og vit hava brúk fyri teimum.

 

Hon vísir á, nógv halda tað vera týdningarmikið at vinna sigrar, men samstarvið er ikki skipað við vinnarum og taparum, tí sigrar verða vunnir hvønn dag, so hvørt sum brekøkið broytist til tað betra.

 

Ása Olsen leggur dent á, at Megd fer ikki eftir fólki ella stovnum fyri at tey skulu fara niður við nakkanum, hon er sannførd um, at øll gera títt besta fyri at liva upp til ásetingarnar í Brekrættindasáttmálanum hjá ST.  

 

- Vit arbeiða soleiðis at øll kenna seg sum vinnarar tá eitt mál er liðugt, tí hvørjaferð eitt mál um eitt fólk sum ber brek endar gott, er tað ein sigur, bæði fyri okkum í Megd, limafelagið, persónin sjálvan, og eisini myndugleikan sum varðar av.

 

Skulu síggja fyrimunirnar fram í tíð

 

Ása Olsen heldur tað politiska skipanin eigur at hava lagtíðarvælferðarætlanir. Tað merkir at eitt nú Almannaverkið og sjúkrahúsverkið skulu vita hvussu høga játtan teir hava fleiri ár fram.

 

- Tá ein stovnur fær boð um at spara ávíst milliónatal, verður hugt, hvar tað er mest skynsamt at spara her og nú, men ongar útrokningar vísa lagtíðaravleiðingarnar av, at tilboðið, ikki er á sama støðið sum áðrenn.

 

Røttu tilboðini, sum tryggja eitt virkið lív, kunnu vera ein sparing, um hugt verður yvir eitt longrið tíðarskeið.

 

- At fólk koma í arbeiði, fáa møguleika at gjalda skatt, og liva eitt vanligt, virkið lív, kann fyribyrgja tunglyndi og øðrum sjúkum.

 

##med4##

 

Hetta er ein hugburður sum skal broytast. Í øðrum londum vísa útrokningarnar, hvussu nógv verður spart, tá fólk við breki fáa røttu tilboðini, tí tey eru ikki ein útreiðsla, men ein inntøka í síðsta enda.

 

- Tað sum vit sóknast eftir er, at tað verður lagt útí kortið fleiri ár fram, og játtanin má fylgja við. Vit hava nógvar góðar lógir, men uttan fígging blívur lógin bara lógartekstur.

 

Fyri at varpa ljós á fyrimunir við lagtíðarvælferðarætlanum, fer Megd at skipa fyri eini ráðstevnu í september.

 

Limafeløgini skulu kenna seg sum ein part av Megd

 

Megd hevur 24 limafeløg, og tað hevur týdning at hava gott samskifti við øll feløgini.

 

- Vit ynskja, at Megd skal vera eitt meginfelag, sum limafeløgini kenna ognarskap í.

 

Nógv nýggj fólk eru komin í nevndirnar í limafeløgunum, og tí verður fundur við øll forfólkini.

 

- Vóru limafeløgini ikki, var Megd heldur ikki, tí er týdningarmikið, at øll kenna seg sum part av meginfelagnum.

 

Limafeløgini seta stór krøv til Megd. Útreiðslurnar eru hækkaðar, men játtanin til Megd hevur staðið í stað í fleiri ár, og tí heldur Ása Olsen, at tørvur er á hægri játtan. 

 

Ætlanin er eisini at seta eitt ungdómsmeginfelag á stovn, tí fleiri limafeløg hava ungar limir.

 

 

 MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava fleiri enn 4000 limir. 

 

Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir. Aðalskrivarin er skrivari í nevndini. Nevndin hevur regluliga fund eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi. 

 

Starvsnevndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins og aðalskrivaran hevur dagligu umsitingina av felagnum um hendi.

 

MEGD arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek at búgva, og harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra. 

 

MEGD arbeiðir við støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek fyri, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag.

 

Kelda: Megd.fo