Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri á Vørn

Óli Hans Olsen hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Vørn.

Tað skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið í fráboðan í dag.

 

Hann verður tøkur komandi mánaðin at hjálpa til við málum, sum kunnu stinga seg upp.

 

Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn, tekur við sum virkandi stjóri fyribils.

 

Eftir summarfrítíðina verður søkt eftir nýggjum stjóra, skrivar ráðið.

 

Einki verður sagt um orsøkina til uppsøgnina, men tað var nógv umrøtt í miðlunum, at stjórin á Vørn var umborð á einum skjóttgangandi báti, sum sigldi inn í síðuna á Brimlli, har fleiri fólk fingu skaða.