Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er beinleiðis uppi í samráðingunum við USA.
Hetta sigur forsetin í einum podkasti, Pod Force One.
Sambært amerikanska forsetanum fer hann helst at hitta iranska leiðaran - fyrr ella seinni - sum Donald Trump tekur til.
Forsetin sigur eisini, at Iran hevur góðtikið ikki at útvega sær kjarnorkuvápn.
Útlendskir miðlar skriva í dag, at hesar útsagnir ivaleyst eru rættar.
##med2##
- Iran hevur í fleiri ár sagt, at landið ongar ætlanir hevur um at menna kjarnorkuvápn, verður lagt aftrat.












