Í gjárkvøldið raktu russiskar dronur havnina í býnum, Izmail, sum liggur í Odessa-regiónini har suðuri í Ukraina.
Tað er var eitt skip við flaggi úr Panama, sum varð rakt.
Hetta skrivar varaforsætisráðharrin í Ukraina, Oleksij Kuleba, á Telegram.
Oleksij Kuleba sigur, at eingi mannalív vóru mist í álopinum, men bæði útgerð og undirstøðukervi kring havnalagið fingu skaðar.
- Eldur stóðst av einari av dronunum, men hann varð skjótt sløktur, og hóast undirstøðukervið varð rakt, er alt í gongd kortini.
Varaforsætisráðharrin leggur aftrat, at neyðumvælingararbeiðið fór í gongd stutt eftir russiska álopið.










