Í løtuni eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, seks eru í Eysturgrønlandi, og eitt er á Flemish Kap.
- Væntandi kemur okkurt frystilínuskip inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Ísfiskalínuskipið, sum er eftir, liggur í løtuni við bryggju. Teir fara helst útaftur í næstum, verður lagt aftrat.
- Streymurin verður harður, men batnar, sum næsta vika gongur.
Veðurútlitini eru góð, og veðrið verður gott fyri tað mesta. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í næstu viku.











