Tíðindaskriv:
Tað vóru Søren Kobbernagel og Lars Frederiksen frá Svøm Danmark, sum undirvístu á skeiðnum.
24 sjálvboðin tóku grundskeiðið leygardagin, og 11 sjálvboðin tóku grundskeiðið sunnudagin, harumframt vóru tað 13, sum tóku skeiðið sum startarar sunnudagin, og øll tey luttakandi báðar dagarnar stóðu royndina.
Svimjisamband Føroya fegnast um undirtøkuna, tí tørvur er altíð á hjálparfólkum at døma til svimjikappingar, og serliga nú oyggjaleikir verða í Føroyum komandi ár, har tørvur verður á nógvum hjálparfólkum.
Svimjisamband Føroya takkar fyri undirtøkuna og fyri eitt væleydnað skeið.
##med2##
##med3##
##med4##















