Tað er stórur fagnaður á Tórsvølli

Kvinnur: Við tveimum málum í seinna hálvleiki vunnu Føroyar eftir gott liðavrik ímóti Moldova

Tað kennist sum stórur lætti, nú svenski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan á Tórsvølli vísir 2-0.

 

Eftir málleysan fyrra hálvleik hava Føroyar í góðveðrinum í kvøld vunnið 2-0 ímóti Moldova.

 

-Vit eru ovurfegin um sigurin og fara at fegnast í kvøld. Í morgin fara vit at venda fokus ímóti dystinum, sum verður týskvøldið her á vøllinum ímóti Gibraltar. Tann dystin halda vit okkum eisini at hava møguleika at vinna, sigur Pætur Clementsen, sum er venjari hjá kvinnulandsliðnum.

 

Venjarin rósar liðnum fyri gott liðavrik – bæði í verju og álopi. Grundspælið var gott, og føroyska liðið helt seg væl til tað, sum frammanundan var avrátt. Spælið var fjøltáttað, heimaliðið vísti tol, tá ið tað var neyðugt og spældi skjótt og við sjálvsáliti, tá ið tað var neyðugt, og so eydnaðist tað at skora tvey mál.

 

Miðverjin Durita Hummeland legði Føroyar á odda. Tað gjørdu hon beinanvegin eftir steðgin og við fínum stútara eftir fríspark úr vinstru frá vongvrjanum í vinstru Tórunn Højgaard Joensen.

 

-Hetta var fyrsta ferðin, at eg havi skorað mál á landsliðnum, so tað er í sær sjálvum hugaligt. Vit vístu tað áræðið, sum skal til, og í verjuni kendu vit okkum støðugt hava tak á tí. Vit høvdu møguleikar at skora í fyrra hálvleiki, men vit vóru ikki so strongdar um, at tað ikki eydnaðist, at tað órógvaði, sigur Durita Hummeland í samrøðu við Svend Danielsen í Kringvarpi Føroya.

 

2-0 málið skoraði Heidi Sevdal. Eyðvør Klakstein, sum varð skift inn, tá ið ein tími var farin, legði úr høgru við snildari og neyvari sending bóltin inn um verjuna, har tað eydnaðist Heidi Sevdal at halda seg frammanfyri verjuspælaran og seta bóltin framvið málverjanum.

 

-Hetta er tað, sum vit støðugt venja fyri at røkka. Vit spældu okkum til fleiri møguleikar, og vit skoraðu tvey mál og megnaðu at halda tætt í verjupartinum. Nú gleða vit okkum at spæla ímóti Gibraltar. Ímóti Gibraltar vunnu vit 1-0 á útivølli, so vit halda okkum at hava møguleika týskvøldið, um vit aftur tá avrika tað, sum vit í kvøld vístu, at vit megna, sigur Heidi Sevdal.

 

 

 

Føroyar – Moldova 2-0 (0-0)

 

Nations League

 

Fríggjadagin 4. apríl 2025 kl. 17.00 á Tórsvølli

 

1-0: Durita Hummeland 47.

 

2-0: Heidi Sevdal 75.

 

Dómarakvartett úr Svøríki: Lovisa Johansson, Jilan Taher, Laura Rapp og Cecilia Ekwall  (4. dómari)

 

Føroyar Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Fridrikka Clementsen (Anna Brændstrup, 79.), Sanna Svarvadal (Petra Hoydal, 79.), Sára Lamhauge (Rúna Jacobsen, 87.), Jensa Tórolvsdóttir (Eyðvør Klakstein, 60.) – Ásla Johannesen – Heidi Sevdal (Jancy Mohr, 87.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðgerð Berg, Malena Olsen, Rakul Sørensen

 

Venjari: Pætur Clementsen