Tamt orðaskifti millum floksforfólkini

Ongar týðuligar ósemjur hómaðust millum forfólkini í formansorðaskiftinum í sjónvarpinum

Valstríðið er byrjað, men enn eru ongar samgongur at hóma millum politisku flokkarnar á ting.

Forkvinnurnar í Framsókn og Tjóðveldi gjørdust týðuliga kløkkar, tá løgmaður fór upp á røðarapallin í Løgtinginum skrivaði út val. Og serliga Ruth Vang tyktist ikki sørt firtin í Løgtinginum í dag.

Men í sjónvarpinum segði hon, at hon hevði givið løgmann eitt stórt klemm, og tey lovaðu nú at hyggja frameftir. 

Fleiri mál vóru umrødd, eitt nú haldføri í búskapinum, sum øll vóru samd um. Har var tosað um fremmandafólk og tilflyting, allir flokkr samdir um, at útlendingarlógin og fast-track skpanin skal strammast. Pensjónsaldurin var eisini á lofta, eingin týðulig ósemja. Løgmaður legði dent á, at vit mugu hava eina breiða semja, sum væl kjølfest bæði í politisku flokkunum og millum fólki annars. 

Tjóðarsemjan var eisini frammi, teir fimm flokkarnari eru framvegis samdir um tað.

Jenis av Rana tosaði um fosturtøkulógina, sum hann sær fyri sær kann setast úr gildi áðrenn hon kemur í gildi 1. juli.

Fleiri mál vórðu umrødd, men eingin týðilig ósemja var at hóma og eingin týðulig samgonga varð skipað. So nógv bendir á, at vit fáa eitt rættiliga opið valstríð.

At Javnaðarflokkurin hevur slept boykottinum av Fólkaflokkinum kann fáa stóran týdning, tá nýggj samgonga skal skipast. Tað kann føra til, at smáu flokkarnir ikki verða so avgerandi, sum teir hava verið seinastu 15 árini. Framsókn og Miðflokkurin hava havt sera stórt vald í samgongum í mun til sína stødd síðani 2011.