Tríggjar broytingar síðani sigurin ímóti Gibraltar

Kvinnur: Fyrsta bríksl í landsdystinum ímóti Kypros verður klokkan 17

Líkindini eru av teimum fagrastu, nú kvinnulandsliðið hitar upp til landsdyst á Tórsvølli. Mótstøðuliðið er Kypros, og talan er um uppgerð í Nations League.

 

Føroyski landsliðsvenjarin Pætur Clementsen hevur skift tríggjar spælarar út, síðani Føroyar 25. februar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Gibraltar. Nýggjar á liðnum eru Julia Naomi Mortensen, Jensa Tórolvsdóttir og Ásla Johannesen. Tær báðar fyrru vórðu skiftar inn ímóti Gibraltar, meðan Ásla Johannesen sat á beinkinum alla tíðina, tí hon var skaðadarvað.

 

Tær tríggjar avloysa Malenu Olsen, Eyðvør Klakstein og Jancy Mohr, sum allar eru á beinkinum í dag.

 

 

 

Føroyar – Kypros kl. 17.00

 

Nations League

 

Fríggjadagin 4. apríl 2025 kl. 17.00 á Tórwvølli

 

Dómarakvartett úr Svøríki: Lovisa Johansson, Jilan Taher, Laura Rapp og Cecilia Ekwall  (4. dómari)

 

Føroyar Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Fridrikka Clementsen, Sanna Svarvadal, Sára Lamhauge, Jensa Tórolvsdóttir – Ásla Johannesen – Heidi Sevdal

 

Á beinkinum: Eyðgerð Berg, Malena Olsen, Eyðvør Klakstein, Rakul Sørensen, Anna Brændstrup, Jancy Mohr. Petra Hoydal, Rúna Jacobsen

 

Venjari: Pætur Clementsen