Tróndur var toppskjútti hjá HF Karlskrona

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í svensku steypakappingini

Leygardagin spældu føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini fyrru áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Tróndur Mikkelsen (myndin), Leivur Mortensen og liðfelagarnir í HF Karlskrona vunnu á heimavølli ein tepran 33-32 (15-14) sigur á Västerås Irsta. 

 

Tróndur var við átta málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Leivur skoraði eitt mál. 

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Västerås komandi leygardag klokkan 14. 

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í IFK Skövde máttu leggja rygg til stórtap 25-34 fyri Sävehof á heimavølli. Í fyrra hálvleiki var reint galið hjá heimaliðnum, ið var aftanfyri 11-23 í steðginum. 

 

Málverjin hjá Sävehof, Peter Johannesson hevði heilar 17 bjargingar, meðan málverjarnir hjá heimaliðnum vóru sambært heimasíðuni hjá IFK Skövde bert noteraðir fyri fimm bjargingar. 

 

Seinna áttandapartsfinalan verður leikt í Partille komandi hóskvøld klokkan 18.