Sambært MarineTraffic eru fyrstu skipini farin ígjøgnum Hormussundið, eftir at stríðandi partarnir í Miðeystri - øðrumegin USA og Ísrael og hinum megin Iran - seint í gjárkvøldið kunngjørdu, at tey vóru samd um eina vápnahvíld í tvær vikur.
Serfrøðingar ávara tó um, hvørt vápnahvíldaravtalan fer at normalisera viðurskiftini í Miðeystri.
Eftir eitt meira og meira hóttandi tónalag og at enda eina útsøgn á egna sosiala miðli sínum, Truth Social, um at beina fyri einari heilari "sivilisatión", kunngjørdi amerikanski forsetin tíðliga í nátt, at ein vápnahvíld varð fingin í lag millum stríðandi partarnar.
Og forsetin fekk avtaluna at ljóða, sum ein sigur fyri heimsfriðin, tó at hetta er eitt stríð, hann sjálvur hevur íbirt.
Avtalan snýr seg um, at USA og Ísrael steðga álopunum á Iran í tvær vikur afturfyri, at Iran letur Homussundið uppaftur, sum Iran í praksis stongdi, sum avleiðing av amerikansku og ísraelsku krígsførsluni móti landinum.
- Tað framgongur sum absurd í mun til málið við krígnum, at Donald Trump nú sigur tað vera ein sigur, at Hormussundið letur uppaftur, tá forsetin sjálvur var orsøkin til, at Iran stongdi sundið.
Tað heldur miðeysturserfrøðingurin, Dag Henrik Tuaastad, sum hevur skift orð við www.tv2.no
Lagt verður aftrat, at Iran fleiri ferðir gjøgnum árini hevur hótt við at steingja Hormussundið, tá kríggj ella trætur hava verið, men hvørja ferð hevur USA gjørt sítt til at tryggja heimsins týdningarmestu oljufarleið.
Men, hesaferð gekk tað ikki rættiliga, soleiðis sum USA vildi.
Seinastu vikurnar hevur Iran prógvað fyri øllum heiminum, at landið megnar at steingja Hormussundið, og tískil situr Iran við knøttinum til heimsbúskapin.
- Hóast fleiri vístu á henda møguleika fyri kríggið, varð hetta trumf-kortið hjá Iran ikki viðgjørt nakað serligt í USA, sigur miðeysturserfrøðingurin.
Sum avleiðing av krígnum, verður Hormussundið stongt, og tá sundið so verður latið uppaftur, verður hetta sett fram sum ein sigur.
- Men, hetta gjørdist jú ein trupulleiki, sum varð skaptur av krígnum, leggur Dag Henrik Tuaastad aftrat.











