Trý frystilínuskip ávegis til Eysturgrønlands

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin er harður, og veðrið verður heldur óstøðugt

- Í løtuni liggja bæði tey størru ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fer annað skipið avstað í vikuni.

Soleiðis vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Um frystilínuskipini, sum nú eru fleiri í tali, verður sagt, at fiska tvey í íslendskum sjógvi, trý eru ávegis til Eysturgrønlands, og tvey fiska undir Føroyum.

- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu,

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin er harður, og veðrið verður heldur óstøðugt.

- So, vit vænta ikki nógvan útróður, men okkurt verður, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.